Aretha Louise Franklin (25. mars 194216. august 2018) hevur ofta verið umtalað sum drotningin av soul. Hon er m.a. kend fyri løgini "Respect", "A Change Is Gonna Come" og "I Say A Little Prayer". Hon hevur vunnið 18 Grammy-virðislønir, og varð í 1987 fyrsta kvinnan, ið varð upptikin í Rock and Roll Hall of Fame. Hon varð ofta umrødd sum “soul-drotningin”, og hon verður roknað sum ein av týdningarmestu sangarindunum innan popp- og rockplátur.

Aretha Franklin gjørdist heimskend við sangum sum “Respect” og “Say A Little Prayer”.

Yrkisleiðin hjá Aretha Franklin spennir seg yvir meiri enn seks áratíggju. Hon hevur vunnið 18 Grammy Awards og hevur selt fleiri enn 75 milliónir fløgur. Heitið ”Queen of Soul” varð knýtt at henni og fylgdi henni alt lívið.

Lívsleið

rætta
 
Aretha Franklin í 2009.
 
Húsið í Memphis har Aretha Franklin var fødd.

Franklin varð fødd 25. mars 1942 í Memphis í Tennessee, men sum smágenta flutti hon vil familjuni til Detroit, Michigan, har pápin, C. L. Franklin, gjørdist prestur í New Bethel Baptist Church. Mamman var gospelsangari og klaverleikari, pápin var pastorur og prædikumaður. Sanggávurnar vóru góðar longu frá barnaárum og longu sum tannáringur var hon sangari burturav, mest í kirkjuligum samanhangi. Fyrsta fløga hennara, ein gospelfløga, kom í 1956. Tannáringaárini vóru helst ikki so løtt hjá henni. Hon gjørdist við barn sum 12 ára gomul, og sum 14 ára gomul var hon mamma at tveimum børnum. Men omman tók sær av børnunum, so Franklin kundi fáa gongd á lívsleiðina sum sangari.

Gjøgnum sekstiárini komu fleiri útgávur við henni, og tað var serliga við plátuni ”Lady Soul” frá 1968, at hon veruliga gjørdi vart við seg. Sangurin, sum gjørdi hana kenda kom eitt ár frammanundan á plátuni ”I Never Loved a Man the Way I Love You” (1967). Talan er um "Respect", sum Otis Redding skrivaði. Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Frá 1960 og nøkur ár fram var hon á Columbia Records. Í 1966 skifti hon til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records og tá kom ferð á. Jerry Wexler fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. soul-tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll yvir sínum úttrykki. Hon slapp at sameina tað spirituella og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.

Í 1968 sang hon til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr. Í 1969 var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Hon var fyrsta kvinnan, sum fekk limaskap í Rock & Roll Hall of Fame – tað var i 1967. Hon gav út 42 plátur og fløgur, og seldi minst 75 milliónir eintøk. Ikki færri enn 44 ferðir varð hon tilnevnd eina Grammy virðisløn, og 18 ferðir gjørdist hon vinnari. Ein av Grammy virðisløntu sangum hennara var ein duett saman við George Michael, sum tey bæði sungu inn í 1986, og sum eisini var størsta handilsliga succesin hjá henni. Ein annar Grammy-vinnari var "Chain of Fools" frá 1968. Sangurin fekk tann stóra heiður at vera ljóðteppi til eina minniliga dansisenu hjá John Travolta í filminum ”Michael” (1996).

Í 1987 varð hon fyrsta kvinnan, sum fekk heiðurin at verða innlimað í “Rock and Roll Hall of Fame”.

Í 2008 valdi blaðið Rolling Stone hana til «Greatest Singer of the Rock Era». Ein minnilig framførsla hjá Aretha Franklin var, tá Barack Obama, forseti, varð settur í embætið í 2009.

Seinasta fløgan kom í 2017 har hon syngur saman við Royal Philharmonic Orchestra. Talan er um eldri upptøkur av Arethu Franklin, sum kongaliga orkestrið hevur tónasett av nýggjum.

Superstjørnan hevði havt ringa heilsu síðani hon fekk staðfest krabbamein í 2010, og í 2017 avgjørdi hon so at gevast at syngja. Tá hevði hon givið út album nummar 42 og havt eina 60 ára langa sangkarrieru.

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið