Aramæiskt (fornsýriskt ܐܪܡܝܐ Aramaya) er eitt nú svinnandi semitiskt mál, sum hevur eina minst 3000 ára gamla søgu. Aramæiskt er nær skilt við fønikiskt og hebraiskt, og fjarari (longri úti), við arabiskt. Gamla aramæiska skriftmálið legði lunnar undir øðrum nýggjari skriftmálum, t.d. hebraiskum og arabiskum. Aramæiskt var gerandismál í Juda í seinna tempultíðarskeiðnum (539 f.Kr.-70 e.Kr.), og fleiri jødiskir tekstir, m.a. partar av bíbliuni (gamla testamenti), vórðu skrivaðir á aramæiskum. Málið verður hildið at vera móðurmálið hjá Jesusi og teimum hann prædikaði fyri í síni samtíð. Aramæiskt var gerandismálið í meginpartinum av Miðeystri fram til 7. øld, tá islam og harvið arabiska málið tók yvir. Nútíðar aramæisk málføri (dialektir) nevnd "nýaramæiskt" (Neo-Aramaic) verða enn tosað av uml. 4-500.000 kristnum upprunafólkum í Miðeystri, har meginparturin av teimum kristnu nú annars tosa arabiskt, og av assýriskum útlegdarfólki, serliga í vesturheiminum.

Aramæiskt
ܐܪܡܝܐ, ארמית
Arāmît
Tosað í: Sum (ný-aramæiskt) móðurmál hjá kristnum minnilutum í
Irak, Iran, Sýria, Turkalandi og í assýrisku útlegdini
(Átrúnaðarligt mál hjá kristnum maronittum í Libanon).
Tosandi íalt: uml. 550.000 í 1994
Málætt: Afro-Asiatiskt

  semitiskt
    miðsemitiskt
     útnyrðingssemitiskt
      kánanskt
       aramæiskt.

Málkotur
ISO 639-1: none
ISO 639-2:
ISO 639-3: arc

.

Ishu'a ella Eeshu'a, sýriskt-aramæiska navnið á Jesusi
Trýmælt skelti við Eradina í Irak við teksti á aramæiskum (ovast), kurdiskum og abiskum (tvey tey síðstu við arabiskari skrift).

Í núlivandi málførunum (dialektiunum) eru tveir høvðusbólkar, assýriskt nýaramæsikt (Assyrian Neo-Aramaic) og kaldæiskt nýaramaiskt (Chaldean Neo-Aramaic) ið umfata uml. 90% av øllum teim aramæisktmæltu. Hesi búgva í útnyrðingsIran, landsynningsTurkalandi og Norður Irak. Nýaramæiskt varð tosað av kristnu maronittunum í Libanon fram til 17 øld tá tað var endaliga avloyst av arabiskum. Síðan hevur tað bara verið brúkt sum gudstænastumál av maronittunum.

Endurkveikjan

rætta

Seinastu árini eru maronittar í ísraelsku bygdini Jish, har málið annars er arabiskt, við stuðli frá ísraelska undirvísingarmálaráðnum, farnir undir at endurkveikja nýaramæiskt sum gerandismál í bygdini, har málið hevur fingið almennan status og er vorðið lærugrein í barnaskúlanum. Í 2014 avgjørdi Ísrael at viðurkenna aramæiska samfelagið sum ein serstakan (kristnan) minniluta í landinum, so kristin nú kunnu skráseta seg sum verandi "aramæar" heldur enn "arabar". Flestu ið velja hendan møguleikan eru maronittar, hvørs forfedrar vóru aramæiskt mæltir kristnir libanesar.

Mállæra

rætta

Aramæiskt hevur tvey kyn, kvennkyn og kallkyn, eins og latínsku málini. Lýsingarorð bendast eftir kyni, tali og falli, og navnorð hava trý føll. Aramæiskt verður skrivað við aramæiskum bókstavum.

Aramæiska stavraðið

rætta
Bókstavsnavn Aramæisk skrift Sýrisk skrift Bókstavur Tilsvarandi bókstavur á IPA
Hebraiskum Arabiskum Brahmiskum Nabatæiskum Kharosthiskum
Ālap     𐡀 א ا       /ʔ/; /aː/, /eː/
Bēth     𐡁 ב ب       /b/, /v/
Gāmal     𐡂 ג ج       /ɡ/, /ɣ/
Dālath     𐡃 ד د,ذ       /ð/, /d/
    𐡄 ה ه ?   ? /h/
Waw     𐡅 ו و       /w/; /oː/, /uː/
Zain     𐡆 ז ز ?   ? /z/
Ḥēth     𐡇 ח ح،خ ?   ? /ħ/ /χ~x/
Ṭēth     𐡈 ט ط،ظ       emphatic /tˤ/
Yodh     𐡉 י ي       /j/; /iː/, /eː/
Kāp     𐡊 כ ך ك       /k/, /x/
Lāmadh     𐡋 ל ل       /l/
Mem     𐡌 מ ם م       /m/
Nun     𐡍 נ ן ن       /n/
Semkath     𐡎 ס N.A.       /s/
ʿĒ     𐡏 ע ع، غ ?   ? /ʕ/
    𐡐 פ ף ف       /p/, /f/
Ṣādhē  ,     𐡑 צ ץ ص، ض       emphatic /sˤ/
Qop     𐡒 ק ق       /q/
Rēsh     𐡓 ר ر       /r/
Shin     𐡔 ש س، ش       /ʃ/
Taw     𐡕 ת ت، ث       /t/, /θ/
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið