Anna drotning í 1705.
Anna prinsessa av Danmørk og Noregi í 1687.

Anna drotning (enskt: Anne, Queen of Great Britain; fødd sum Anna Stuart 6. februar 1665 jul.[1] í London, deyð 1. august 1714 jul. sama stað) var drotning av Onglandi, Skotlandi og Írlandi frá 1702 til 1707 og drotning av Stóra Bretlandi og Írlandi frá 1707 til 1714.

Anna Stuart var dóttir Jákup II av Onglandi og fyrstu konu sína Onnu Hyde. Líkasum elsta systir sín Maria Stuart (Mary II) varð hon uppald í protestantiskari trúgv. Í 1683 giftist Anna Stuart við Georg prinsi av Danmørk og Noregi, og hertoga av Cumberland. Saman fingu tey 17 børn, sum øll doyðu, antin beinavegin ella á ungum árum.[2]

Tá ið táverandi enski kongurin, Vilhjálmur av Orania, andaðist tann 8. mars 1702 jul., gjørdist Anna drotning av Onglandi, Skotlandi og Írlandi.

Tann 1. mai 1707 jul. vórðu Ongland og Skotland løgd saman í Kongsríki stóra Bretlands og samstundis varð skotskt fullveldi avtikið við Sameiningarsáttmálanum. Sostatt bleiv Anna tann fyrsti regentur í samanlagdu Stóra Bretlandi.

Sjey ár seinni andaðist Anna drotning. Tá hon doyði Í august 1714, hevði hon eingi livandi børn og var hon tann seinasti monarkurin av Stuart-ættini.

Aftaná deyða Onnu drotningar gjørdist Georg kongur yvir Stóra Bretlandi. Higartil hevði hann verið kurfúrsti í kurfúrstadøminum Hannover Móðir sín, Sophia av Pfalz, var av Stuart ættini. Hon var abbadóttir Jákup VI av Skotlandi/Jákup I av Onglandi og konu hansara Elisabeth Stuart.

Ávísingar úteftirRætta

Sí miðlasavnið


KeldurRætta

  1. Í Onglandi og Skotlandi varð tann julianski kalendarin brúktur fram til 1752.
  2. Anne, Queen of Great Britain and Ireland, britannica.com