Angelina Jolie (fødd Angelina Jolie Voight 4. juni 1975 í Los Angeles, Kalifornia) er ein amerikanskur sjónleikari. Hon leikti fyrstu ferð við í einum filmi, tá hon var barn, tað var í 1982, tá hon saman við pápa sínum, Jon Voight, hevði ein leiklut í filminum Lookin' to Get Out. Hon er gift við Brad Pitt og saman hava tey fingið seks børn, harav trý av teimum eru ættleidd.

Angelina Jolie
er eitt menniskja
Fødd(ur) 4. jun 1975 í/á Los Angeles
Alma mater Beverly Hills High School, New York University, Lee Strasberg Theatre and Film Institute, Tappan Zee High School
Starv modell, sjónleikari, philanthropist
Trúgv lapsed Catholic
Børn Shiloh Jolie-Pitt, Knox Jolie-Pitt, Vivienne Jolie-Pitt
Foreldur móðir Marcheline Bertrand faðir Jon Voight
Mál Enskt mál, amerikanskt enskt mál, Khmer
Dátuheiti
ISNI 0000000121420870
VIAF 85380888
LCAuth no98116294
IMDB nm0001401
Commons Angelina Jolie

Angelina Jolie er ST Goodwill-sendikvinna og hevur arbeitt við flóttafólksspurninginum síðan 2002. Í 2007 góvu Angelina Jolie og Brad Pitt 1 mió. dollarar til hjálp til flóttafólkini í Darfur-landspartinum í Sudan, Afrika.

Heiður rætta

Angelina Jolie hevur vunnið fleiri heiðurslønir og virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari. Hon hevur m.a. fleiri ferðir vunnið Golden Globe Award.

Keldur rætta