Andy Warhol
Andy Warhol (føddur Andrej Warhola 6. august 1928 í Pittsburgh, deyður 22. februar 1987 í New York) var ein amerikanskur listamaður. Hann gjørdist førandi innan popplistafólk í 1960-árunum, og verður í dag roknaður sum ein av teimum mest týðandi listafólkunum frá 20. øld. Warhol fekk íblástur frá reklamu og mótaheiminum, frá vanligum lutum úr amerikanskari mentan og seinni eisini frá myndum.
Andy Warhol | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 6. aug 1928 í/á Pittsburgh |
Andaðist | 22. feb 1987 í/á New York City |
Deyðsorsøk | heart arrhythmia |
Alma mater | Carnegie Mellon University, Schenley High School, Carnegie Mellon School of Art |
Starv | filmsleikstjóri, listamálari, myndatakari, filmframleiðari, myndahøggari, visual artist, filmsfotografur, filmsrithøvundur, diarist, designer, graphic artist, filmmaker, printmaker, drawer, illustrator, performance artist, installation artist, rithøvundur, keypmaður, producer, listafólk |
Umboðað(ur) av | Artists Rights Society, Skarstedt Gallery, Electronic Arts Intermix, Gagosian Gallery |
Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
Trúgv | Byzantine Catholic |
Foreldur | móðir Julia Warhola faðir Andrej Warhola |
Mál | amerikanskt enskt mál, Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | http://www.warhol.org |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000121340483 |
VIAF | 56617645 |
LCAuth | n79122680 |
IMDB | nm0912238 |
Commons | Andy Warhol |
Warhol skapaði yvir túsund listaverk millum 1961, tá hann gavst at starvast sum grafiskur designari og gjørdist listamaður burturav, til hann doyði í 1987. [1] Hesa tíðina gjørdist Warhol viðurkendur við sínum kenda studio í New York, The Factory. Hann var eisini filmsframleiðari, og saman við «Warhols Superstars», sum var ein flokkur av ungum modellum og sjónleikarinnum, gjørdi hann meira enn 60 filmar.[2]
Keldur
rætta- ↑ economist.com, A special report on the art market - The Pop master's highs and lows, The Economist
- ↑ "Andy Warhol Filmography". The Internet Movie Database. http://www.imdb.com/name/nm0912238/. Heintað September 29, 2009.