Andrias Høgenni (føddur 28. oktober 1988 í Hvidovre, uppvaksin í Føroyum)[1] er ein føroyskur filmsleikstjóri úr Havn, ið hevur vunnið fleiri virðislønir fyri stuttfilmar, m.a. hevur hann vunnið Geytan í 2015, 2016 og 2019.

Lívsleið rætta

Áðrenn Andrias fór á filmslistaskúla, fekk hann royndir innan filmsvinnuna við at vera við til at gera sjónvarapssendingarnar Agurk. Í 2012 bleiv hann útbúgvin BA í miðlavísundi (medievidenskab) frá Syddansk Universitet og sama ár næm hann sær eisini útbúgving á tí alternativa danska filmskúlanum 18 Frames. Endafilmurin frá 18 Frames Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival í 2013.[2] Síðani gjørdi hann stuttfilmarnar Eina, og Det Mand Ikke Taler Om.[3] Filmurin Det Mand Ikke Taler Om var partur av einari verkætlan, har ætlanin var at seta fokus á tað, at menn verða neyðtiknir. Filmurin skuldi so eftir ætlan vísast á kjakfundum og nýtast í samband við undirvísing. Filmurin er framleiddur av El Cine Production við stuðli frá Fynske Filmfortællinger, umframt eitt samtarv millum Odense Filmværksted, Syddansk Universitet, Kulturregion Fyn og Det Danske Filminstitut.[4] Í 2015 gjørdist hann kandidatur í miðlavísund frá Syddansk Universitet,[5] og síðan fór hann á alternativa filmsskúlan Super16, har hann bleiv útbúgvin filmsleikstjóri í 2018. Fráfaringarfilmur hansara frá Super16, Ikki illa meint, vann Geytan og Canal+ Award í Semaine de la Critique í Cannes í 2019.

Andrias er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk.[6]

Filmar rætta

Stuttfilmar rætta

  • Imens bladene falder, 2010
  • Harmoni, 2012
  • Timerne med Christine, 2013
  • Eina, 2013
  • Det Mand Ikke Taler Om, 2014
  • Kom og dansa, 2015
  • Stina Karina, 2015
  • Et Knæk, 2016
  • Ikki illa meint, 2018

Heiður rætta

  • 2014 - Varð útnevndur Årets Talent 2014 frá Odense Filmværksted[7]
  • 2014 - Tveir filmar hjá honum vóru tilnevndir Geytan 2014. Filmarnir vóru Det Mand Ikke Taler Om og Kom og dansa.
  • 2015 - Vann Geytan fyri stuttfilmin Stina Karina
  • 2015 - Virðisløn til ungt listafólk (Mentanarvirðislønir Landsins)
  • 2016 - Et Knæk varð nomineraður til ungdomsjury-virðislønina til Odense International Film Festival
  • 2016 - Vann Geytan fyri stuttfilmin Et Knæk
  • 2019 - Vann Geytan, høvuðsvirðislønina, í Norðurlandahúsinum 5. februar 2019 fyri stuttfilmin Ikki illa meint (2018).
  • 2019 - Vann Canal+ Award í Semaine de la Critique fyri stuttfilmin filmen Ikki illa meint (2018)[8][9]
  • 2020 - Vann Robert-virðislønina fyri stuttfilmin Ikki illa meint, hann vann í bólkinum "Robert for årets korte fiktions- eller animationsfilm"

Keldur rætta

  1. "ANDRIAS HØGENNI". Det Danske Filminstitut. https://www.dfi.dk/viden-om-film/filmdatabasen/person/andrias-hogenni. 
  2. "18frames.dk". http://www.18frames.dk/odense-filmfestival/. Heintað 2014-02-07. 
  3. Det Mand Ikke Taler Om - Facebook síða
  4. Boomerang.dk, DET MAND IKKE TALER OM
  5. "About me". https://andriashogenni.wordpress.com/about-me/. 
  6. listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað
  7. "in.fo - Andrias Høgenni “Årets Talent 2014”". http://www.in.fo/news-detail/news/andrias-hoegenni-aarets-talent-2014/. Heintað 2015-01-02. 
  8. Bruun, Nicky (23. maj 2019). "Priser til halvdanske film i Cannes". Filmmagasinet Ekko. https://www.ekkofilm.dk/artikler/priser-til-halvdanske-film-i-cannes/. Heintað 21. juli 2019. 
  9. "Winners 2019". https://www.semainedelacritique.com/en/prizes-and-awards-winners. Heintað 21. juli 2019. 

Slóðir rætta