Andrea Árting
Andrea Árting (fødd 23. desember 1891 í Tórshavn, deyð 30. mai 1988 í Tórshavn) var føroysk fakfelagsforkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 40 ár frá 1937 til 1977. Hon var ein av fyrstu føroysku kvinnum, ið stillaði upp til løgtingsval, tað var í 1940, tá ið hon var valevni hjá Loysingarflokkinum, hon varð tó ikki vald. Tá ið Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 var hon ein av trúføstu stuðlunum hjá flokkinum.
Lívleið
rættaAndrea Árting varð fødd uttanfyri hjúnarlag í Havn í 1891, foreldur hennara vóru Súsanna Rasmussen (fødd 1873, deyð 1940) og blaðstjórin Jacob Johansen (1860-1900). Hon vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirkinum hjá Valdemar Lützen, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn, har hon kom at kenna Mariu Mikkelsen, sum hon seinni hevði brævaskifti við. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting, og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá, tey fingu fýra børn: Trygvi (1923), Sólrun (1926), Rhoda (1928), Ásvør (1930).
Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Hon var sitandi sum fakfelagsforkvinna til 1977, og var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag størstapartin av tíðini, har hon var nevndarlimur frá 1940 til 1958. Samráðingarnar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru tær seinastu í forkonutíð hennara. Andrea var heiðurslimur og fekk løn svarandi til formanslønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988 96 ára gomul.
Andrea Árting var ein av teimum fyrstu føroysku kvinnunum, ið gjørdist valevni til Føroya Løgting. Hon stillaði upp til Løgtingsvalið 1940 fyri Loysingarflokkin, men bleiv ikki vald. Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu Heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum.
Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólki.[1]