Anders Koustrup Kærgaard

Anders Koustrup Kærgaard (føddur 1972) er ein danskur varskógvari (whistleblower) og kapteinur við Gardehusarregimentið.

Han er tann persónurin, ið í 2012 kom alment fram við prógvum fyri álvarsaman ágang móti sivilum í Irak, har ið Danmark luttók sum friðarvarveitandi herdeild.[1]

Han varð í 2013 dømdur dagbøtur í seks mánaðir, tí at hann noktaði at upplýsa navnið á tí offiserinum, ið hevði syrgt fyri at varveita í staðin fyri at oyðileggja bandið við videoupptøkunum, ið prógvaðu ágangin ið varð framdur undir einari operatión, ið var undir danskari leiðslu.

Í tíðarskeiðnum 2004 - 2005 var hann útsendur sum fregnaroffiserur í tí donsku Irak-herdeildini. Eftir at hann var sendur til Irak, fór hann úr donsku verjuni og fór í staðin at arbeiða við at seta á stovn Koldkrigsmuseum Stevnsfort (tann núverandi Stevnsskansin), ið er partur av Østsjællands Museum á Stevns.

Hin 22. novembet 2014 var han gestur í DR1 sendingini Ugens gæst. Tá ið sendingin bygjaði, varð sagt at (í føroyskari týðing):

Hann misti nærum alt: Vinirnar, starvið, sambandið við pápan og alt, ið hann var uppaldur til at trúgva uppá. Harafturímóti helt hann fast í síni virðir.

Anders Koustrup Kærgaard hevur nú stovnað ein NGO felagsskap fyri varskógvarar.[2]

Keldur rætta

  1. Efterretningsofficer: Jeg svigtede mine idealer - Politiken.dk
  2. dr.dk - Ugens gæst: Anders Kærgaard