Alison Krauss
Alison Maria Krauss (fødd 23. juli 1971 í Decatur, Illinois) er ein amerikonsk songkvinna og violinleikari, sum er kend fyri at syngja og spæla bluegrass- og countrytónleik á hægsta stigi.
Alison varð fødd i Decatur, men vaks upp í Champaign, Illinois, saman við eldra beiggjanum Viktor. Hon byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í áttatiárunum. Í 1985 luttók hon í upptøkum til útgávuna Different Strokes hjá beiggja sínum, har hon eisini sang.
Alison Krauss var tilnevnd til eina Grammy-virðisløn fyri fyrstu ferð Í 1991. Hon gjørdist vinnari við sanginum "I've Got That Old Feeling" í bólkinum Country - Best Bluegrass Recording. Síðani hevur hon verið tilnevnd til Grammy-virðisløn 42 ferðir og 27 ferðir hevur hon vunnið. Eingin kvinna hevur vunnið fleiri Grammy-virðislønir enn hon.
Millum hennara kendastu sangir eru "When You Say Nothing At All" frá 1995 og "The Scarlet Tide" úr filminum "Cold Mountain" frá 2003.
Útgávur
rætta- 1985 Different Strokes
- 1987 Too Late to Cry
- 1989 Two Highways
- 1990 I've Got That Old Feeling
- 1992 Every Time You Say Goodbye
- 1994 I Know Who Holds Tomorrow (with The Cox Family)
- 1995 Now That I've Found You: A Collection
- 1997 So Long So Wrong
- 1999 Forget About It
- 2001 New Favorite
- 2002 Live
- 2004 Lonely Runs Both Ways
- 2007 Raising Sand (saman við Robert Plant)
- 2009 Essential Alison Krauss
- 2011 Paper Airplane (saman við Union Station)
- 2017 Windy City[1]
- 2021 Raise the Roof (saman við Robert Plant)
Slóðir úteftir
rætta- alisonkrauss.com - Heimasíða hjá Alison Krauss
- Um sangarinnuna Alison Krauss - KvF Mono, við Petur Rouch
- Alison Krauss, Biography by Stephen Thomas Erlewine
Keldur
rætta- ↑ Mesterlig soloplate fra Alison Krauss, aftenposten.no, 16.feb.2017