Albert II fúrsti av Monako
Albert II (føddur Albert Alexandre Louis Pierre Grimaldi 14. mars 1958 í Monako) er sonur Rainier fúrsta av Monako og fúrstinnu Grace Kelly, ið var amerikansk filmssjónleikari, áðrenn hon giftist. Albert II, ið er ógiftur, tók við sum fúrsti av Monako eftir faðir sín 6. apríl 2005, tá hesin doyði. Hann hevur tvær systrar, Caroline prinsessa, ið er eitt ár eldri enn hann, og so Stephanie prinsessa, sum er sjey ár yngri enn hann.
Albert II fúrsti av Monako, sum gjørdist fúrsti tann 6. apríl í 2005, kom til Føroyar 21. juli 2009. Leiðin av flogvøllinum var løgd beinleiðis til Sandavágs, har fúrstin vitjaði í elstu húsunum í Sandavági (Húsini hjá Niels Jacob), sum Bjørn Kunoy nú eigur. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri og Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, heilsaðu uppá fúrstan. Vága kommuna gav honum eina troyggju í gávu, troyggjan er gjørd hjá Guðrun og Guðrun. Albert II fúrsti av Monako heilsaði uppá fólk í Sandavági, sum vóru komin at síggja fúrstan. Tá ið klokkan var farin væl av 8, fór Albert II fúrsti av Monako umborð á Norðlýsið, sum lá á Sandavági. Norðlýsið setti kós móti Trøllkonufinguri og haðani undir Hestoynna.