Alanya er ein tann best umtókti ferðamannabýurin í Turkalandi. Býurin og upplandið til býin er 1,598.51 km2. Fólkatalið í býnum var 248,286 í 2010, harav búðu 98,627 í sjálvum býnum.[1] Har eru strendur, havnaumhvørvi og ein spennandi býarkjarna. Eystanfyri býin liggur havnin og Keykubat strondin. Vestanfyri liggja Damlatas- og Kleopatrastrendurnar. Ímillum strendurnar liggur eitt lítið fjall við eini borg, ið varð bygd í 1226. Alanya er í nýmótans parturin av Turkalandi. Har eru nógv hotellir og góðar strendur. Strandalinjan í Alanya er 70 km. Alanya liggur út til Miðjarhavið, móti norði eru Taurus fjøllini. Býurin er deildur sundur av einari hálvoyggj. Havnin, miðbýurin og Keykubat strondin, sum eitur eftir Sultan Kayqubad I, eru á eystur síðu á hálvoynni. Damlataş strondin, sum eitur eftir teimum kendu drippandi holunum og Cleopatra strondin eru á vestaru síðu.

Alanya
Alanya

Býurin hevur hoyrt til ymisk stýri seinastu øldirnar, og tað sæst aftur í navninum. Býurin hevur skift navn fleiri ferðir. Alanya var kent sum Coracesium á Latínskum ella sum Korakesion á grikskum sum á Luwianskum málið eitur Korakassa sum merkir "framstandandi býur". Undir tí Bysantinska Ríkinum gjørdist býurin kendur sum Kalonoros ella Kalon Oros, sum merkir "vakurt fjall" á grikskum. Selsjukkarnir nevndu býin Alaiye (علاعية), sum kemur av navninum á sultaninum Alaeddin Kayqubad I. í 13. og 14. øld nevndu italienskir handilsmenn býin Candelore ella Cardelloro. Tá Mustafa Kemal Atatürk í 1935 vitjaði býin avgjørdi hann at býurin skuldi stavast Alanya við tí turkiska alfabetinum. Hann broytti 'i' og 'e' í Alaiye, tað sigst, at hann gjørdi hetta orsakað av ein skeivt stavaðum telegrammi í 1933. [2][3]

 
Panoramamynd frá vestaru síðu av hálvoynni.

Keldur

rætta
  1. Report.tuik.gov.tr
  2. "sunsearch.info, Dünden Bugüne Alanya". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-05-13. https://web.archive.org/web/20080513112210/http://sunsearch.info/turkey/alanya/sights-information/when-ataturk-visited-alanya/. Heintað 2012-08-10. 
  3. "Alaiye's Becoming Alanya". Alanyanın Web Sitesi. 2008. http://www.alanya.tv/en/AlanyaHistory/Alaiyes_Becoming_Alanya/. Heintað August 1, 2008. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið