Mustafa Kemal Atatürk
Mustafa Kemal Atatürk (19. mai 1881 – 10. november 1938) var fyrsti forseti hjá Turkaland, 1923-1938.
Í oktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, og Mustafa Kemal varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum. Mustafa varð afturvaldur í 1927, 1931 og 1935; hann varð nevndur Atatúrk, sum merkir "faðir turkanna", og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk, latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga í evropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-ára búskaparætlan. Kemal Atatúrk doyði í 1938.
Sí eisini
rætta