Oscar-virðislønin

(Ávíst frá Academy Awards)

Academy Award eisini kent sum Oscar er ein sera týdningarmikil virðisløn, sum amerikanska Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) letur fyri at heiðra teimum allarbestu persónunum innan filmsídnaðin, íroknað sjónleikarar, filmsleikstjórar og filmsleikrithøvundar.[1] Tað almenna hátíðarhaldið, har virðislønirnar verða handaðar, verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu príshandanum í heiminum, og verður víst beinleiðis í sjónvarpinum í meira enn 200 londum kring heimin. Oscar-heiðurslønirnar verða givnar til filmar, ið hava hava stóra ávirkan á fólk, antin við sjónleikarum, leikstjórum, komponistum o.s.fr.

Reyða langmáttan á 81. handanini av Oscar-virðislønunum í Hollywood.

Tað fyrsta Academy Awards-hátíðarhaldið varð hildið hin 16. mai 1929 á Hotel Roosevelt í Hollywood fyri at heiðra teimum allar bestu í filmsárinum 1927/1928.

Bólkar

rætta

Núverandi bólkar

rætta

Fyrrverandi bólkar

rætta
  • Besti regiassistent – Frá 1933 til 1937
  • Besta kommedian – Bara 1928
  • Besti dansur – Frá 1935 til 1937
  • Besta litstuttfilmur – Frá 1936 til 1937
  • Besti stuttfilmur á tveimum rullum – Frá 1936 til 1956
  • Besti stuttfilmur – novelty – Frá 1932 til 1935
  • Besta søga – Frá 1928 til 1956
  • Besti tittulsekvensur – Bara 1928
  • Serstøk og artistisk framleiðsla – Bara 1928

Serligar heiðurslønir

rætta
  • Academy Honorary Award – Frá 1928
  • Academy Special Achievement Award
  • The Irving G. Thalberg Memorial Award – Frá 1938
  • The Jean Hersholt Humanitarian Award
  • Gordon E. Sawyer Award
  • Academy Juvenile Award (Frá 1934 til 1960)

Keldur

rætta
  1. "About the Academy Awards". Academy of Motion Picture Arts and Sciences. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann April 7, 2007. https://web.archive.org/web/20070407234926/http://www.oscars.org/aboutacademyawards/index.html. Heintað April 13, 2007. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið