Aasmund Olavsson Vinje

Aasmund Olavsson Vinje (føddur 6. apríl 1818 í Telemark fylki, Noreg, deyður 30. juli 1870 í Hadeland) var ein norskur rithøvundur og blaðmaður. Kendar yrkingar eftir Vinje eru «Våren», «Ved Rundarne», «Den dag kjem aldri» og «Blåmann». Hann vaks upp í Vinjestoga í Telemark fylki. Hóast familjan var fátøk var áhugin fyri bókmentum stórur, og Vinje fekk skjótt alsk til bókina.

Aasmund Olavsson Vinje.

Han gekk á Heltbergs studentfabrikk og las seinni til jurist. Han var politiskt aktivur og varð koyrdur úr starvinum sum statsgóðkendur juristur tá hann fanst at uttanríkispolitikkinum hjá stjórnini. Vinje verður roknaður sum ein undangongumaður í norskum journalistikki við vikublaðnum Dølen frá 1858. Áðrenn hann skrivaði Dølen var han blaðmaður, í gjøgnum 8 ár skrivaði hann heilar 700 greinar í Drammens Tidende. Sum rithøvundur skrivaði hann yrkingar og ferðafrásøgnir. Skrivistílurin hjá honum var eyðkendur av hansara evnum at síggja eina sak frá fleiri síðum, og sýndi ofta eitt tvísýni, millum annað tá tað galt norskan nasjónalromantikk. Vinje var ein av teim fyrstu ið aktivt nýtti landsmálið hjá Ivar Aasen.

Vinje doyði á Hadeland, Oppland fylki og varð jarðaður við Søsterkirkene á Gran.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið