Ivar Aasen
Ivar Andreas Aasen (* 5. august 1813 í Møre og Romsdal fylki, Noreg; – † 23. september 1896) var ein norskur málfrøðingur og yrkjari. Ígjøgnum sítt innsavningsarbeiði og mállæruskipan legði hann grundarlag undir víðari vísindaligum kanningararbeiði av norskum tungumáli. Ivar Aasen er mest kendur fyri at vera upphavsmaður til nýnorskt.
Ævisøga
rættaIvar Aasen var yngstur av átta systkjum og misti tíðliga bæði foreldrini. Hann mátti tí longu tíðliga luttaka í strævnum bóndagarðsarbeiði fyri at lívbjarga sær. Heimstaðurin lá fjarskotin, og tí hevði Ivar fáar vinir. Hann stytti sær stundir við at lesa í bíbliuni, og longu meðan hann var lítil, løgdu bæði prestur og lensmaður í bygdini til merkis, hvussu gløggur hesin pilturin var.
Aasen fekk barnalærdóm sín hjá próstinum Hans Conrad Thoresen. I 1831 gjørdist hann ferðalærari og við tíðini gjørdist hann heimalærari hjá kaptein Daae í Skodje. Hann økti alla tíðina um vitan sína, millum annað við at læra seg fleiri tungumál av egnum ávum, og við at savna plantur úr nærumhvørvinum í eitt stórt plantusavn. Aasen byrjaði eisini at granska málføri/dialektir, og náttúrliga bleiv tað hansara egna heimliga sunnmørsdialektin ið stóð fyrst fyri tørni. Hetta gjørdist eitt strævið arbeiði, tí hann royndi at finna fram málførið/dialektina sum hon var, undan danska árininum, men við tíðini bleiv hann liðugur við 'Søndmørsk Grammatik', sum varð útgivin í 1841.
Aasen fór til Bergens fyri at fáa arbeiðið hjá sær mett av biskoppinum har, Jacob Neumann. Biskoppurin var ovfarin og fekk partar av arbeiðnum prentaðar í tveimum útgávum av Bergens Tidstidende. Neumann syrgdi eisini fyri at seta unga málfrøðingin í samband við 'Vitenskapsselskapet' í Tróndheimi, sum gav honum starvsløn so hann kundi ferðast runt í landinum og kanna aðrar dialektir. Aasen var tá 29 ára gamal.
Málsligt innsavningsarbeiði
rættaÍ 1848 gav Aasen út Det norske Folkesprogs Grammatik. Tvey ár seinni kom Ordbog over det norske Folkesprog. Hendan orðabók innihelt yvir 25 000 orð og bleiv lýst sum eitt tjóðskaparligt megnaravrik av P.A. Munch. Í 1849 legði Aasen tann fyrsta tekstin á nýggja skrivtmálinum fram, og fýra ár seinni kom hann við uppskotinum um tað nýggja norska landsmálið: Prøver af Landsmaalet i Norge.