A Tribe Called Quest
A Tribe Called Quest er ein hip hop bólkur úr Queens, New York. Teir funnu saman í 1985, men lótu sína fyrstu fløgu út so seint sum í 1990. Fýra limir eru í bólkinum. Rappari og framleiðari, Q-Tip, rappari Phife Dawg, DJ og framleiðari Ali Shaheed Muhammad, og í eina tíð, Jarobi White, sum fór úr bólkinum eftir teir lótu fyrstu fløgu teirra út, kom aftur til triðju fløguna, fór úr aftur, og kom so aftur í 2006, tá allir í bólkinum komu saman aftur eftir 8 ár. Q-Tip hevði verið við í øðrum sangum hjá bólkum úr Native Tongues, t.d. Buddy á 3 Feet High and Rising hjá De La Soul, og Black is Black á Straight Out the Jungle hjá Jungle Brothers, og hevði vart varhuga við bólkin áðrenn teir lótu fløgu sína út, People's Instinctive Travels and the Paths of Rhythm. Hóast hetta gekk ikki heilt væl við søluni, sjálvt um teir fingu góðar afturmeldingar. Hetta skilst av at flestu hip hop lurtarar vóru meiri áhugagir í hardcore hip hop, men Tribe fingu eina vaksandi mongd av alternative hip hop fanum.
Tónleikasøga
rætta- People's Instinctive Travels and the Paths of Rhythm (1990)
- The Low End Theory (1991)
- Midnight Marauders (1993)
- Beats, Rhymes and Life (1996)
- The Love Movement (1998)
- We Got It from Here... Thank You 4 Your Service (2016)