Jungle Brothers (ella J. Beez) er ein amerikanskur hip hop bólkur úr New York City, og vóru ein av teimum á odda at frambróta jazz-hip hop, og vóru eisini kendir fyri at brúka ein house-tónleik framleiðara til teirra tónleik. Bólkurin fann saman í 1987, og eitt ár seinni lótu teir fyrstu fløgu sína út Straight Out the Jungle. Tað var ikki gjøgnum eitt stórt plátufelag, og fløgan seldi heldur ikki væl, men er seinni blivin sera væl umtókt.[1] Allíkavæl vóru teir skrivaðir til Warner Bros. Records(plátufelag) og teir framleiddu aðru fløgu teirra, Done by the Forces of Nature, sum var betur umtókt til ta tíð. Teir vóru nakrir av teimum stovnandi liminum av Native Tongues, ein samling av eins teinkandi hip-hop tónleikarum. Teir gera upplyftandi og positivan tónleik,[2] sum t.d. Feelin' Alright, úr Done By the Forces of Nature, var um ein ideellan dag har alt gekk sum tað skuldi. Men eisini gera teir tankar um álvarsom ting, sum í sanginum Sunshine, har veðrið er myndamál, (t.d. sól lýsir sálina upp, og persónurin er ikki villleiddur) stremba teir eftir at fólk, serliga svørt fólk, ikki skulu berjast ímóti vitan.[3]

Limir eru; Mike Gee, Sammy B og fyrr Afrika Baby Sam.

Tónleikasøga

rætta

Referansur

rætta
  1. http://www.allmusic.com/album/straight-out-the-jungle-r27975/review
  2. "Archive copy". http://www.webcitation.org/5tEtw5zcg. Heintað 2010-11-13. 
  3. "Archive copy". http://www.lyrics007.com/Jungle%20Brothers%20Lyrics/Sunshine%20Lyrics.html. Heintað 2010-11-13. 
  4. The Great Rock Discography