Útoyggjar er eitt føroyskt heiti, ið verður nýtt um tær smáu oyggjarnar í Føroyum, serliga tær, ið liggja langt bururi frá meginøkinum, ella sum ikki hava gott ferðasamband til meginøkið. Suðuroy og Sandoy verða mettar at vera ov stórar til at koma undir heitið Útoyggjar. Tað finst ein serligur stuðul, ið fólk á útoyggjum kunnu søkja um, fyri at menna útoyggjarnar, stuðulin kann brúkast til ymiskar verkætlanir og verður nevndur Útoyggjastuðul.[1] Í desember 2001 varð eitt áhugafelag sett á stovn, Útoyggjafelagið, sum skal arbeiða fyri at menna útoyggjarnar eitt nú við at skipa fyri tiltøkum, verkætlanum og øðrum virksemi, ið kann føra til økt virksemi, trivnað og betur umstøður at búleikast á útoyggj.[2] Einaferð um árið skipar Útoyggjafelagið fyri Útoyggjastevnu.

Útoyggjar

rætta

Hesar oyggjar verða mettar sum útoyggjar í Føroyum.

Keldur

rætta
  1. Kringvarp.fo Stuðul til menning á útoyggj
  2. Utoyggj.fo Um felagið

Slóðir úteftir

rætta
  • Utoyggj.fo Almenna heimasíðan hjá Útoyggjafelagnum