Útoyggjastevna verður hildin einaferð um árið í juni ella juli. Tað er Útoyggjafelagið ið skipar fyri stevnuni. Stevnan verður hildin á einari av teimum átta útoyggjunum í Føroyum. Oyggjarnar sum eru limir í Útoyggjafelagnum eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Í 2011 varð stevnan hildin hin 18. juni á Húsum og í Syðradali á Kalsoynni. Í 2012 varð Útoyggjastevnan hildin úti í Svínoy hin 23 .juni. Gunnvá við Keldu, sum tá var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av, helt røðu.[1]

Útoyggjastevnur

rætta
  • 2014 - Gjógv (Eysturoy)
  • 2013 - Fugloy (á Kirkju)
  • 2012 - Svínoy
  • 2011 - Kalsoy (á Húsum og í Syðradali)
  • 2010 - Hestur[2]
  • 2009 - Kalsoy (á Trøllanesi og í Mikladali)[3]
  • 2008 - Mykines[4]
  • 2007 - Fugloy[5]
  • 2005 - Svínoy[6]
  • 2004 - Hestur
  • 2002 - Skúvoy (fyrsta útoyggjastevnan)

Keldur

rætta
  1. 24timar.fo[deyð leinkja]
  2. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna er í Hesti í dag
  3. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna í morgin
  4. "Joanisnielsen.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-07-05. https://web.archive.org/web/20080705114038/http://www.joanisnielsen.fo/index.asp?pID=%7B5C388DFB-EFB1-4E5D-B7E1-6F0AB3B76845%7D. Heintað 2013-05-09. 
  5. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna í Fugloy
  6. "Hedinmortensen.com". http://www.hedinmortensen.com/talar_27.htm. Heintað 2013-05-09. 

Slóðir úteftir

rætta