Wikipedia:Wikipedianarar

Wikipedianarar eru vanlig fólk ið eru virkin á Wikipedia við at skriva og/ella rætta. Øll kunnu gerast Wikipedianarar. Tað eru yvir 10.000 skrásettir Wikipedianarar á føroysku Wikipediu, tó eru tað bert fá av teimum, ið eru virkin. Um ein trýstir á talið av greinum, ið er at finna á forsíðuni í teiginum ovast á síðuni, har tað stendur "Vælkomin á Wikipedia", so kemur ein til eina síðu við hagtølum um tað sum hendir á føroysku Wikipediu, allar Wikipediur hava slíkar síður. Har sæst talið av skrásettum brúkarum, og hvussu nógv ið hava verið virkin seinastu 30 dagarnar. Onnur ið hava verið virkin áðrenn seinastu 30 dagarnar, eru sostatt ikki at finna har uttan bara í tí samlaða talinum av skrásettum brúkarum. Um ein trýstir á "Virknir brúkarir (limalisti)", tvs. á orðið limalisti, so kemur ein listi fram við Wikipedianarunum, ið hava verið virkin seinastu 30 dagarnar og hvussu nógvar rættingar ið tey hava framt.

Á teimum størru Wikipediunum hava tey ofta upprættað verkætlanir fyri at samskipa arbeiði um at skriva um eitt ávíst evni. T.d. er Føroyar upprætta sum verkætlan á donsku, norsku og ensku Wikipediunum, møguliga eisini á øðrum.

Wikipedianarar seta seg onkuntíð í samband við aðrar brúkara fyri at biðja um hjálp til eitt hvørt, tað kann t.d. vera um málsligar spurningar vm. Tá er tað smart, at man hevur skrásett seg á síni brúkarasíðu við teimum málsligu førleikum ið ein hevur, so onnur ið leita eftir onkrum ið t.d. dugir eitt mál, ið viðkomandi ynskir at fáa ein grein týdda frá, so kann finna fram til ein brúkara og spyrja viðkomandi, um hann ella hon vil vera so vinarlig at týða ein part av einari grein til hesa Wikipediuna. Wikipedianarar brúka ofta kjaksíður, bæði teirra egnu, kjaksíður hjá øðrum brúkarum og kjaksíður sum hoyra til greinar, fyri at kjakast um t.d. innihaldi á einari ávísari síðu, t.d. um ein ikki er samdur við tí sum ein annar brúkari hevur skriva, so ber til at kjakast um tað og harvið møguliga finna fram til eina semju, og harvið kann greinin gerast betri/rættari.