Wikipedia:VisualEditor
VisualEditor er eitt tól, ið gevur okkum møguleikan at skriva og rætta síður á Wikipediu uttan at brúka wiki-kotur. Bæði VisualEditor og tann gamli tekstrættarin eru sjálvvirkandi atkomuligir fyri allir skrásettir brúkarar á øllum greinasíðum. Fyri at rætta beinleiðis í wikitekstinum, brúka so í staðin "Rætta wikitekst" - ritstjórnaran.
Feilmeldingar eru vælkomnar á Wikipedia:VisualEditor/Afturmeldingar. Vit hava brúk fyri tínari hjálp fyri at finna fram til feilir og fyri at hjálpa nýggjum brúkarum.
VisualEditor er enn á fyrsta royndarstøði. Sjálvt um royndir brúkarar kanska føla seg tryggari við at rætta beinleiðis í wikitekstinum, eru tað fleiri av VE-eginleikunum, sum eru meira brúkaravinarligir enn teir gomlu mátarnir. Sum eitt dømi kann nevnast tað at rætta í kompleksum fyrimyndum (skapilónum) og keldum.
Internet Explorer (IE)-brúkarar: VisualEditor er í løtuni óvirkin á øllum Internet Explorer kagum. Viðvíkjandi IE9 og IE10 er meiningin, at hetta bert skal vera eitt styttri tíðarskeið. Men VisualEditor kemur ikki at virka saman við Internet Explorer 8 og eldri versjónum. Um tú brúkar eina eldri versjón av Internet Explorer og ynskir at brúka VisualEditor, so mást tú brúka ein annan internetbrovsara.
Tíðarætlan
rættaTað bar ikki til at halda tíðarætlanina til at íverkseta VisualEditor orsakað av ymiskum trupulleikum, eftir nýggjari tíðarætlan skal VisualEditor gerast møguligt fyri allar brúkarar á føroysku Wikipediu frá 2. desember 2013. Brúkarar ið ynskja at rætta ella skriva greinar á føroysku Wikipediu kunnu tó velja at rætta uppá tann gamla mátan, um tey heldur vilja tað. Tá velur man bara "Rætta wikitekst" í staðin fyri "Rætta". Um ein velur "Rætta" ovarliga til høgru á einari síðu, so verður rætta við tí nýggja VisualEditor rættaranum, sum minnir meira um mátan ið rætta verður á ymiskum brúkaravinarligum heimasíðum.
Dagur (umleið) | Hvør fær VisualEditor-rættaran | Verkætlanir |
---|---|---|
1. juli 2013 | Allir innritaðir brúkarar fáa hann sum standard redaktørprogramm | Wikipedia á enskum |
15. juli | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar fáa hann sum standard redaktørprogramm | Wikipedia á enskum |
24. juli | Allir innritaðir brúkarar á øðrum útvaldum verkætlanum á fyrsta støði | Týskt (de), spanskt (es), franskt (fr), hebraiskt (he), italienskt (it), niðurlendskt (nl), pólskt (pl), russiskt (ru) og svenskt (sv) |
29. juli | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar á øðrum útvaldum verkætlanum á fyrsta støði | Týskt (de), spanskt (es), franskt (fr), hebraiskt (he), italienskt (it), niðurlendskt (nl), pólskt (pl), russiskt (ru) og svenskt (sv) |
?? | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar á øllum øðrum verkætlanum | Allar Wikipediur, uttan tær sum hava skriftmálsvariantar, sum t.d. kinesiskt. |
2. des. 2013 | Verður møguligt fyri allar brúkarar sum opt-out | Umleið 75 smáðar Wikipediur (eitt nú føroyska), pluss portugisiska (pt) |
Januar 2014 | Verður møguligt fyri allar brúkarar sum opt-out | Umleið 25 Wikipediur við miðalstødd |
Sí eisini
rætta- Hjálp:VisualEditor/OSS (Ofta spurdir spurningar)
- Wikipedia:VisualEditor/Brúkaravegleiðing