Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2011

Barack Obama
Barack Obama

Barack Hussein Obama jr. (føddur 4. august 1961 í Honolulu, Hawaii) er núverandi forseti í Sambandsríki Amerika. Hann er 44. í røðini og umboðar demokratarnar. Obama er sonur Stanley Ann Durham úr Kansas og Barack Obama eldra úr Kenja. Klokkan 17:05 føroyska tíð 20. januar 2009 varð Obama tikin í eið sum tann 44. amerikanski forsetin. Stutt áðrenn Barack Obama varð tikin í eið sum forseti, varð Joe Biden (D) tikin í eið sum varaforseti. Í einari nýggjari kanning hjá Gallup í desember 2011 siga 47 prosent, at forsetin roynist væl í sínum arbeiði. 45 prosent eru misnøgd. Hetta er eitt væl betri úrslit enn í summar, tí tá vóru 41 prosent nøgd við forsetan og 51 prosent misnøgd.