Wikipedia:Í dag
Tann 8. mai:
- 1521 - Týski munkurin Martin Luther verður lýstur í bann og friðleysur av týsk-rómverska keisaranum Karl V. á ríkisdegnum í Worms, tí at Luther vildi ikki taka skriftirnar aftur.
- 1794 - Franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier verður dømdur til deyða fyri falsan av tubakki og skattasvik. Hann verður tikin av døgum við hálshøgging í falløks (guillotinu) sama dag.
- 1886 - John Pemberton byrjar at selja "Coca-Cola" sum heilsudrykkur.
- 1902 - Gosfjallið Mount Pelee á fronsku oynni Martinique í Karibiahavinum fer at goysa ógvusliga. Størsti býur og táverandi høvuðsstaðurin St. Pierre verður lagdur í oyði og nærum øll fólkini í býnum lata lív.
- 1912 - Filmsframleiðslufyritøkan Paramount Pictures verður sett á stovn.
- 1945 - Seinni heimsbardagi endar í Evropa hendan dagin.
- 1978 - Fjallaklintrararnir Reinhold Messner og Peter Habeler verða fyrstir at røkka toppin á Mount Everest uttan at nýta eyka súrevni.
- 1983 - Norðurlandahúsið í Føroyum letur upp alment.
- 1998 - Danski fótbóltsleikarin Michael Laudrup kunnger, at hann gevst sum yrkisfótbóltsleikari eftir HM í Fraklandi.