Wikipedia-kjak:Sniðhondbók

Latest comment: 14 ár síðan by Quackor in topic Hvussu skulu tøl skrivast

Hvussu skulu tøl skrivast rætta

Í greinini um Føroyar stendur:

"Tann 1. mars 2006 búðu 48.220 fólk í Føroyum. Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi Tórshavn og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 79.29 ár..."

Royn og les tølini:

  • 48.220 fólk í Føroyum
  • 79.29 er miðallívsævin

Miðallívsævin er altso umleið dupult so long í árum sum tað eru íbúgvar í Føroyum?!?

Tíverri er hetta meira reglan enn undantakið, at tøl verða skrivað heilt tilvildarligt á tí føroysku vikipediuni. Eg vil staðiliga ráða til at brúka millumrúm millum túsundini og hundraðini. Eg fyritrekki at brúka europeiska normin við komma millum heil tøl og brotpartar. Men um so er, at tit heldur vilja brúka punktum, geri tað so alla staðni, og ikki sum nú sum best ber til (í somu grein stendur: Vídd tilsamans 1.395,74 km²).

Omanfyri vísta setning fari eg altso at broyta til:

"Tann 1. mars 2006 búðu 48 220 fólk í Føroyum. Umleið 19 300 búgva í høvuðsstaðarkommununi Tórshavn og uml. 4 700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 79,29 ár..."

Men, alla aðra staðir? Er ongin vegleiðing um hetta til tey, sum skriva?

ℬℯnadikt

Hey Benadikt, nei tað er ongin vegleiðing men eg vil her koma við mínar meining. Á føroyskum verður komma brúkt til desimalstavir. Viðvíkjandi millumrúm ella punktum meini eg at normurin er punktum, tó haldi eg ikki at tað skal verða krav um talið er undir 10.000. (Um tú hyggur at føroyskum heimasíðum á Google sært tú at nógv flest fólk brúka punktum, síðan uttan punktum og til síðst við millumrúm).
Tvs. mín vegleiðing er:
  1. 48.220 fólk
  2. 79,29 ár í miðal
  3. 366.400.000,00 kr.
  4. 366,4 mil. kr.
uackor 21. jan 2009 kl. 08:06 (UTC)Reply
Í bókini hjá mær frá Dansk Standard stendur nøkulunda soleiðis: "Tal med mere end 4 cifre kan skilles med mellemrum i grupper på 3. Punktum bør undgås." Men bókin er frá 1980'unum, so eg skal royna at finna okkurt nýggjari. Benadikt 21. jan 2009 kl. 10:54 (UTC)Reply
Danska wikipedia brúkar punktum: [1] uackor 21. jan 2009 kl. 12:55 (UTC)Reply
Danska wikipedian er líka tilvildarlig á hesum økinum sum tann føroyska, og har er ongin vegleiðing um tøl við meir enn 4 siffrum. Men á týsku wikipediuni er ein vegleiðing sum sigur nakað tað sama sum eg skrivaði omanfyri úr Dansk Standard.
Og norska wikipedian sigur júst tað sama sum Dansk Standard.
ℬℯnadikt
Eg eri sum so líka glaður (sjálvt um eg vanliga brúki .), um tú hevur hug kanst tú byrja uppá Wikipedia:Sniðhondbók tvs. naka sum inniheldur naka tað sama sum da:Wikipedia:Stilmanual. So kan man vísa á hesa síðuna um onkur ikki fylgir rætta wikisniðnum. vh. uackor 22. jan 2009 kl. 19:58 (UTC)Reply
Numbers in Nordic languages are written in this way, i.e. with spaces (never periods):
48 220 fólk
79,29 ár í miðal
366 400 000,00 kr
366,4 mil. kr
Don't trust the Danish Wikipedia at this point, it's not especially tidy, and got many mistakes. ;) — Erik   26. jul 2009 kl. 16:19 (UTC)Reply
Hevur tú eina keldu at vísa til? Um tú velur uppseting á Windows so sigur tað at Svøríki og Danmark brúka punktum meðan Noreg brúkar millumrúm -- so tað haldi eg at vit halda okkum til. uackor 1. nov 2009 kl. 22:12 (UTC)Reply
Á sv:wiki brúkast millumrúm; sí sv:Wikipedia:Språkvård#Stora tal! Vit skriva har um formatnum; men tað er ikki gott á føroyskt: {{formatnum:-299792458.56789}} verður −299.792.458,56789.
Millumrúm brúkast ikki einans í norðurlondunum; t. d. it:wiki skrivar at ISO skrivar at hesi skulu brukast av øllum, ið skriva á annað mál enn enskurt: sí it:Sistema_Internazionale#Scrittura_delle_cifre. Jörgen B 18. nov 2009 kl. 23:09 (UTC)Reply
Millumrúm brúkast mær vitandi ikki á Føroyskum. ISO sigur at millumrúm kan nýtast fyri at minka um villur sum kunnu uppstanda av at man brúkar ymiska uppsetan millum lond. Eg haldi at tað sum verður brúkt í Føroyum skal brúkast og ikki ISO. Ein stórur trupuleiki við millumrúm uppsetan er at øll (størri) tøl skullu skrivast í eina Fyrimynd tí annars verða tey brotin upp á ein skeivan hátt tá linju skift er. uackor 19. nov 2009 kl. 07:47 (UTC)Reply
PS. Formatnum kan møguliga verða talsnið, men eg haldi ikki at tað skal verða normurin at brúka tað.
Tað fyrsta er rætt: ed skuldi hava skrivað "millumrúm ella einki nakað"; hóast ISO skrivar att punktum og komma ikki kunna brúkast her.
Fyrimyndir eru ikki av noyðslu; tú kanst brúka "no-break-space",  :   1 234 567 890   standar altið á somu linju, sum   1 234 567 890.
Formatnum er gott við interwiki, t.d. í infoboxar. Jörgen B 19. nov 2009 kl. 10:46 (UTC)Reply
  Done So er ein grein um tekst snið gjørd á Wikipedia:Sniðhondbók. Hetta kjaki er eisini flutt yvur á kjaksíðuna fyri sniðhondbókina. uackor 12. jan 2010 kl. 11:56 (UTC)Reply
Eg tilmæli tað snið sum er skiva undir Stór tøl. Hetta er hvussi tøl verða nýtt í Føroyum. Royn og leita eftur stórum tølum á føroyskum síðum á google - dømi: "1.000.000" vs. "1000000" = 472 hits vs 6950 hits, "234.000" vs. "234000" = 58 hits vs 1 hit. Millumrúm snið ala 1 000 000 er tað ongin sum brúkar og hvør hevur hug at skriva   í einum teksti. uackor 12. jan 2010 kl. 12:05 (UTC)Reply
Return to the project page "Sniðhondbók".