Westlife
Westlife er eitt heimskendur írskur tónleikabólkur. Sangir teirra hava ein fyri og annar eftir klatrað upp eftir hitlistunum; 14 ferðir hava teir havt ein sang ovast á almenna bretska hitlistanum. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum. Westlife vóru upprunaliga fimm sangarar, men fyri fleiri árum síðani valdi Brian McFadden at taka seg úr bólkinum. Stutt eftir var hann á Summar Festivalinum og spældi eina framúr góða konsert. Hinir fýra sangararnir - Mark Feehily, Shane Filan, Kian Egan og Nicky Byrne – hildu fram, sum um einki var hent, og teir hava veruliga havt vind í seglunum síðani.
Seinastu 10 árini er Westlife tann tónleikabólkurin í heiminum, sum hevur selt flestar fløgur. Samlað hava írarnir selt 45 milliónir eintøk av sínum útgávum, og teir hava havt so nógv hitt í Bretlandi, at bert Elvis Presley og The Beatles hava havt fleiri. Westlife eru heimskendir, men tað er ikki minst í Bretlandi, at bólkurin hevur verið stórur. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum.
Westlife framførdu á Summar Festivalinum í 2010.[1]