Vincent Mason (føddur 24. mars 1970) er DJ, rappari og framleiðari og ein triðingur av hip hop-bólkinum De La Soul. Hann er best kendur sum Plug Three ella Pasemaster Mase ella Maseo.

Vincent Mason, Plug Three.

Mason er uppvaksin í Brooklyn, New York. Hann býr í løtuni í West Palm Beach, Florida. Sonur hansara, Tre Mason, spælir amerikanskan fótbólt við St. Louis Rams.[1]

Keldur rætta

  1. De La Soul’s DJ Maseo keeps it old school, just wants to be Tre Mason’s dad thewareaglereader.com