Vimmerby er ein býur í Vimmerby kommunu, Kalmar län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 7 934.[1] Býurin er ein av elstu býum í Svøríki, tað er sannlíkt, at hann gjørdist keypsstaður í 1300-talinum.

Vimmerby.
Astrid Lindgrens Värld

Astrid Lindgrens Värld

rætta

Svenski rithøvundurin Astrid Lindgren hevur gjørt býin kendan, tá hon skrivaði um Emil úr Lønneberg og onnur, sum gjørdist heimskend innan bókmentir til børn. Nógv ferðafólk vitja hvørt ár familju stuttleikaparkina Astrid Lindgrens Värld sum fevnir um eitt 130.000 m2 stórt øki. Har kunnu fólk liva seg inn í søgurnar hjá henni um Emil, Pippi og Karlson á Takinum.

Keldur

rætta
  1. Tätorter 2010

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana