Viljormur Davidsen

føroyskur fótbóltsleikari

Viljormur í Heiðunum Davidsen (føddur 19. juli 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir sum verjuleikari fyri danska felagið Vejle Boldklub í pr. 2020 spælir í Superliguni í Danmark.

Viljormur Davidsen
Persónlig kunning
Fult navnViljormur í Heiðunum Davidsen
Føðingardagur (1991-07-19) 19. juli 1991 (aldur 32)
FøðistaðurRunavík, Føroyar
PlássVerjuleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Vejle Boldklub
Nummar3
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2010–2012FC Fyn19(0)
2012NSÍ3(0)
2012FK Jerv8(0)
2013FC Fredericia7(0)
2013–Vejle Boldklub179(6)
Landslið
2006–2007Føroyar U-1714(1)
2008–2009Føroyar U-195(0)
2009–2012Føroyar U218(0)
2013–Føroyar49(1)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 30. marts 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 30. marts 2021 [1]

Fótbóltsyrkisleið rætta

Yrkisleið í feløgum rætta

Viljormur byrjaði sína fótbólts yrkisleið í Darmkark í 2010, tá hann spældi við FC Fyn, har spældi hann til 2012 og hjálpti felagnum at flyta upp í 1. deild úr 2. deild. Síðan skifti hann tll NSÍ, har hann var eitt stutt skifti og leikti 3 dystir. Síðan spældi hann restina av 2012 við norska felagnum FK Jerv. Hann flutti so aftur til Danmarkar, har hann leikti við FC Fredericia tað ið eftir var av kappingarárinum 2012-13. Tá ið nýggja kappingarárið byrjaði, spældi hann við Vejle Boldklub, har hann gjørdist ein av stuðulsleikarunum. Felagið flutti upp í Superliguna eftir kappingarárið 2019-20.

Landsliðsmál rætta

Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
Nr. Dato Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1. 26. mars 2019 Stadionul Dr. Constantin Rădulescu, Cluj-Napoca, Rumenia   Rumenia 1–3 1–4 Undankapping til EM í fótbólti 2020

Heiður rætta

  • Danska 1. deild: 2019–20 við Vejle.
  • Danska 1. deild: 2017–18 við Vejle.
  • Danska 2. deild: 2011–12 við FC Fyn.

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið