Valurin
Valurin er fiskimanna- og arbeiðarabýlingurin mitt á Tvøroyri, ið vaks fram eftir at kommunan keypti Doktaratrøðna í 1880. Her savnaðust ognarloysingar, ið bara høvdu hendurnar at líta á, og bústaðarviðurskiftini vóru ikki altíð av teimum bestu. Av tí at kirkjan stóð her, nevndu hetlendingar, ið her komu, staðið fyri Kirkwall. Upprunin til heitið er Hválur ella Válur, eisini Háluer, t.e. nakað tað sama sum heyggjur.