Valparaíso er ein býur og kommuna í Kili. Býurin er samstundis høvuðsstaður í regiónini við sama navni. Valparaíso er størsti havnabýur í Kili og er heimstaður fyri herflotan og kongressina. Býurin liggur mitt í Kili, 120 km í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Santiago. Valparaíso er ein týðandi útbúgvingarbýur við nýggju fróðskaparsetrum. Býurin er eisini miðdepil fyri ídna, ferðavinnu og transport.

Býurin er tann sættstørsti í Kili við umleið 260.000 íbúgvum, men Gran Valparaíso, ið eisini fevnir um grannabýin Viña del Mar, er landsins triðstørsta býarøki, næst eftir Gran Santiago og Concepción.

Skaldið Pablo Neruda hevur átt hús í býnum. Bygningurin La Sebastiana er nú innrættað sum eitt savn.[1]

Kend fólk ið eru fødd í Valparaíso

rætta

Keldur

rætta
  1. [A Very Special House "http://www.welcomechile.com/valparaiso/pablo-neruda-house-museum.html"]. A Very Special House.