Usain Bolt
Usain Bolt (føddur 21. august 1986 á Jamaika) verður av nógvum mettur at vera heimsins skjótasti sprintarin (rennari á styttri teinum) nakrantíð.[1][2][3] Hann er í løtuni (2012) heimsins skjótasti rennari á 100 metra, 200 metra og 4 x 100 metra teininum (saman við 3 øðrum). Hann er tann fyrsti sum hevur sligið heimsmet í bæði 100 metrum og 200 metrum hjá monnum. Hann endurvann gull á bæði 100 og 200 metra teininum hjá monnum í renning, og tað førdi til, at hann er tann fyrsta persónurin í søguni sum hevur megnað at endurvinna tvey gull heiðursmerki tvey OL á rað í somu kappingum. Hann er eisini tann persónurin úr Jamaika, sum hevur vunnið flest OL gull heiðursmerki. Á OL í London vann hann eisini gull í 4 x 100 metrar renning hjá monnum, og harumframt settu teir eisini heimsmet. Tá hann rann 200 metrar á OL eydnaðist tað trimum jamaikanarum at vinna øll trý heiðursmerkini, Bolt vann gull, Yohan Blake fekk silvur og Warren Weir fekk bronsu, bara amerikumenn høvdu klárað tað fyrr, at vinna øll trý heiðursmerkini á OL í somu kapping. Bolt vann heimsmeistarakappingina í 2011 á teinunum 100 metrar, 200 metrar og 4 x 100 metrar stafett.
Bestu tíðir og met
rættaKapping | Tíð (sekund) | Vøllur | Dagur | Met | Viðmerkingar |
---|---|---|---|---|---|
100 metrar | 9,58 | Berlin, Týskland | 16. august 2009 | Hann hevur eisini næstskjótastu tíðina (9.63) og býtir triðskjótastu tíðina á 9,69 við Tyson Gay. Boltsa tíð á 9,63 var olympiskt met hin 5. august 2012. | |
150 metrar | 14,35 | Manchester, Stóra Bretland | 17. mai 2009 | Heimsins besta tíð (teinur er ikki ein teinur við almennum heimsmetum) | Hann renn seinastu 100 m í tíðini 8,70, sum er skjótasta tíð nakrantíð á einum 100 metra teini. Tað svarar til at hann hevur runnið við einari meðal ferð á 41,38 km/h. |
200 metrar | 19,19 | Berlin, Týskland | 20. august 2009 | Hann eigur eisini olympiska metið á 19,30, sum tá (2008) var nýtt heimsmet. | |
300 metrar | 30,97 | Ostrava, Kekkia | 27. mai 2010 | Hetta er næstskjótasta tíð, eftir Michael Johnsonsa tíð á 30,85 sekund. | |
400 metrar | 45,28 | Kingston, Jamaika | 5. mai 2007 | ||
4 × 100 metrar stafett | 36,84 | London, Ongland | 11. august 2012 | Saman við Yohan Blake, Michael Frater and Nesta Carter. |
Keldur
rætta- ↑ tampabay.com, Usain Bolt leaves no doubt he is the fastest person ever
- ↑ Dailynews.lk, Lightning Bolt strikes London 2012
- ↑ "Usain Bolt Striking His Famous Pose After Winning Gold At The Olympics". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-01-07. https://web.archive.org/web/20190107083248/https://www.businessinsider.com/usain-bolt-olympics-gold-2012-8. Heintað 2012-08-12.
Slóðir úteftir
rætta