Unst
Unst | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 120 km² |
Vatn | - %
|
Umsiting | |
Land | Hetland |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 720 (2001)
|
Unst er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Hon er norðasta bygda oyggin í Stórabretlandi, og triðstørsta oyggin í Hetlandi, 20,4 km long, 8,5 km breið, í 2001 hevði oyggin 720 íbúgvar.
Navnið Unst er helst av piktiskum uppruna, týdningurin av tí er ókendur. Norðbúgvar kallaðu oynna Ørnyst.
Jarðfrøði og búseting
rættaUnst er í stóran mun grasgrógvin og bakkin er høgur fram við strondini. Valla Field (Valafjell) er vælkent og sæst víðan, men Saxa Vord (før. Saksa vørða) við sínum 285 m er hægsta punktið á oynni.
Størsta bygdin er Baltasound har ið flogvøllurin er, aðrar bygdir eru Uyeasound og Haroldswick.
Unst ger í mongum førum krav uppá heitið "norðasta í Bretlandi". Bygdin Skaw er norðasta bygd í Bretlandi, vitin á Muckle Flugga norðanfyri Unst, tikin í brúk í 1858, er norðasti vitin í Bretlandi og Out Stack er norðasti stakkur í Bretlandi.
Djóra- og plantulív
rættaRíkt fuglalív er á oynni, ikki minst í friðaða økinum Hermaness, sum eisini er einasta stað har plantan hetlendskt høsnagras veksur.
Ferðasamband
rættaFerjusamband er frá Belmont á Unst til Gutcher á Yell og til Hamars Ness á Fetlar
Myndir
rætta-
Muness Castle
-
Buss-skýlið "The Unst Bus Shelter"
Keldur
rætta