Umboðsmannatingið í USA
Umboðsmannatingið í USA (enskt: United States House of Representatives) er annar helmingurin av føderala lóggevandi tinginum í USA, Kongressini. Hin helmingurin er Senatið. Í USA verður Umboðsmannatingið ofta bert nevnt the House. Tað eru 435 limir í Umboðsmannatinginum, sum øll standa fyri vali annað hvørt ár. Harumframt eru tað seks limir, ið ikki hava atkvøðurætt. Tingið hevur, eins og øll Kongressin í USA, bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Ólíkt Senatinum, so kann talið av limum frá hvørjum stati í Umboðsmannatinginum broytast, alt eftir íbúgvatalinum. Sambært tí amerikonsku grundlógini so verður býti av umboðum frá teimum ymisku statunum í USA dagført 10. hvørt ár, grundað á fólkateljingum (seinasta fólkateljingin ella manntalið var í 2010). Kalifornia (umleið 37 milliónir íbúgvar) hevur sostatt 53 limir og Alaska (umleið 660.000 íbúgvar) bert ein lim í Umboðsmannatinginum.
Formaður Tingsins, nevndur The Speaker, leiðir fundirnar og er nummar trý í tí politiska stiganum (hierarkinum) næst eftir forsetanum og varaforsetanum. Í 2007 var republikanarin Dennis Hastert avloystur av demokratinum Nancy Pelosi, sum harvið gjørdist tann fyrsti kvinnuligi formaðurin og tann 60. formaðurin í raðfylgjuni. Republikanarin John Boehner tók við álitisstarvinum sum The Speaker hin 5. januar 2011.
Tíðliga í januar mánaði í 2023 varð republikanski Kevin McCarthy valdur til formann fyri Umboðsmannatingið. Hann varð valdur við 216 atkvøðum av 428 tinglimum. Talan var um longstu tilnevningartilgongd í 164 ár. Tað var fyrstu ferð síðan 1859, at tilnevningin tók fleiri enn níggju atkvøðugreiðslur.[1][2]
Í verandi Tinginum hava republikanararnir meiriluta við 222 limum, meðan demokratarnir hava 212 limir. Steve Scalise varð valdur til meirilutaleiðara og Hakeem Jeffries gjørdist leiðari fyri minniluta.
Keldur
rætta- ↑ Kevin McCarthy valdur til formann fyri Umboðsmannatingið, portal.fo, 07.01.2023
- ↑ So er formaðurin endiliga valdur, vp.fo, 07.01.2023