Unalaska
Unalaska (aleutiskt: Iluulux̂) er ein oyggj, Unalaska Island, og ein býur, City of Unalaska, í Alaska. Býurin er eisini hin størsti í oyggjabólkinum Aleutoyggjarnar. Orðið Unalaska stavar upprunaliga úr russiskum, Ounalashka. Unalaska Island er 549,9 km², í 2010 var fólkatalið á oynni 4.376. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Á Aleutoyggjum tosa tey flestu enskt, men har eru eini 500 fólk, sum tosa aleutiskt. Aleutoyggjarnar vóru einaferð undir russiskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.