Ulige Numre er ein danskur rokkbólkur, ið varð stovnaður í 2010. Bólkurin er mannaður av Carl Emil Petersen (forsangari og guitar), Nick Lee (bass), Teis Lindeskov Søgaard (trummur), Lasse Ziegler (guitar) og Jacob Ulstrup (keyboards).

Ulige Numre í 2012.

Ulige Numre útgav hin 26. september 2011 debutstaklagið "København" sum video á Youtube. Videofilmurin, ið inniheldur eina røð av gomlum filmsbrotum frá Keypmannahavn og fra gomlum donskum filmum, fekk fleiri túsund vísingar eftir fáum døgum,[1] og fekk nógva miðlaumrøðu.[2]. Staklagið varð nógv spælt á P3 hjá DR. Hin 31. oktober 2011 utgóvu teir ta róstu [3][4][5] debut-EP'ina við heitinum Ulige numre.[6] EP'in er útgivin á plátufelagnum Auditorium og er framleidd av Nikolaj Nørlund.

Ulige Numre framførdi sangin København saman við føroyska Jógvan Joensen í X-Factor finaluni í Boxen í Herning hin 27. mars 2015.[7]

Tónleikaútgávur rætta

  • Brun & Blond (EP, demo) (10. juli 2010)
  • København (Staklag) (11. august 2011)
  • Ulige Numre (EP) (31. oktober 2011)
  • Blå (Single) (3 juni 2013)
  • Nu til dags (Album) (12. august 2013)

Keldur rætta