Tynwald (á mannskum: Tinvaal) er gamla navnið a lógar-tinginum á Mann, tað formliga navnið nú á døgum er High Court of Tynwald. Gamla navnið er runnið úr norrønum, Þingvǫllr, og er av sama uppruna sum íslendska orðið Þingvellir. Tynwald er eitt parlament við tveimum kømrum. Á hvørjum árið er hátíðarhald í býnum St. John's, sum liggur mitt á oynni. Hátíðarhaldið er vanliga 5. juli og er hildið uttandura. Burtursæð frá hesum degi, tá tingið er flutt til St. John's, so halda bæði kømrini til í Douglas. House of Keys tekur sær mest av at smíða lógir. Legislative Council hevur 11 limir og er lóggevandi. Limirnir mugu vera í minsta lagi 21 ára gamlir og búgva á Mann. Átta av teimum eru valdir av undirhúsinum, Keys. Tað eru tríggir fastir limir: Biskoppurin av Sodor og Man, Forsetin av Tynwald og Stjórnaradvokaturin. House of Keys hevur beinleiðis valdir limir, 24 í tali. House of Keys varð fyrstu ferð nevnt í søguligum skjølum í 1417, sum varð skrivað av einum enskum vísindamanni, sum skrivaði á latíni um Claves Mann and Claves Legis ("The Keys of Mann" og "The Keys of Law").

Skjaldarmerki hjá Isle of Man
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið