Lesley Lawson, betri kend sum Twiggy (fødd Lesley Hornby 19. september 1949 í London) er ein ensk modell, sjónleikarinna og songkvinna. Hon var ein av teimum kendastu modellunum í 1960-árunum. Stóru eygu hennara og tað at hon líktist einum drongi, gjørdi hana til ímyndina av fotomodellum fyri tað tíðina.

Failuresque Twiggy drawing.jpg

Hon var gift við tí amerikanska sjónleikaranum Michael Witney 1978-83, ið doyði av hjartastøðgi. Saman fingu tey dóttrina Carly. Í 1988 giftist hon enska sjónleikaranum Leigh Lawson, og eitur í dag Lesley Hornby Lawson.

Eftir fotomodellkarrieruna í 1960'unum hevur hon arbeitt sum sjónleikari á filmi og á leikpallum. Hon spældi m.a. í filminum The Blues Brothers. Harafturat hevur hon luttikið í sjónvarpssendingini America's Next Top Model sum dómari, har hon avloysti Janice Dickinson.

Slóðir úteftirEdit

Sí miðlasavnið