Tsitsi Dangarembga
Tsitsi Dangarembga (fødd 1959) er ein simbabviskur rithøvundur og filmsleikstjóri. Foreldur hennara lósu í Onglandi, og tí er hon uppvaksin har. Í Simbabvi gekk hon fyrst á missionsskúla í Mutare. Hon hevur lisið medisin við universitetið í Cambridge, men gavst við at lesa og vendi heimaftur til Simbabvi beint áðrenn landið gjørdist sjálvstøðugt í 1980. Meðan hon las sálarfrøði við universitetið í Harare, luttók hon í einum dramabólki. Hon metti tó, at tað ikki vóru nakrir sjónleikir, ið hóskaðu til leiklutir til svørt fólk, og tí fór hon sjálv í holt við at skriva og skrivaði skjótt tríggjar sjónleikir.
Fyrsta skaldsøga hennara, sum á svenskum eitur Rotlös, fekk upprunaheitið Nervous Conditions eftir einum sitati av Sartre í fororðinum til bókina hjá Frantz Fanon við svenska heitinum Jordens fördömda: "The status of the 'native' is a nervous condition". Dangarembga bjóðaði bókina til eitt bókaforlag í Simbabvi, men tey noktaðu at útgeva bókina, og so endaði tað við, at bókin fyrst varð givin út í London. Eitt høvuðstema í skaldsøguni er, hvussu ein kvinna skal uppnáa frælsi uttan at svíkja sín uppruna og missa sínar røtur.
Útgávur
rættaBøkur á enskum
rætta- The Letter, 1985.
- She No Longer Weeps, 1987.
- Nervous Conditions, 1988; Ayebia Clarke, 2004.
- The Book of Not: A Sequel to Nervous Conditions, Ayebia Clarke, 2006.
Bøkur umsettar til svenskt
rættaRotlös: skaldsøga um eina svarta gentu, sum veksur upp í Afrika, 1990 (Nervous Conditions 1988)
Filmar
rætta- Everyone's Child, 1996
- Kare Kare Zvako, (stuttfilmur), 2004