Tranthavmús
Tranthavmús (frøðiheiti - Rhinochimaera atlantica) er ein stórur fiskur, sum kann gerast heilt upp til 140 cm langur. Hann er funnin frá Biskeiavíkini til Íslands og eisini út fyri Nova Scotia og Nýongland. Tranthavmús er á 500-1500 metra dýpi, og hon hevur meira tilknýti til botnin enn meginparturin av hinum fiskunum í hesi røð. Í mótsetningi til nógvar fiskar, gýtir hon bert nøkur fá, men stór egg. Vit hava lítlan kunnleika um føðina.
Tranthavmús | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|