Torsås
Torsås er ein býur í Torsås kommunu í Kalmar län í Smálandi í Svøríki. Býurin liggur millum Kalmar og Karlskrona, við dagligum buss ferðasambandi til báðir býir.
Í 16. øld var bónda- og uppreistrarleiðarin Nils Dacke ofta í Torsås-økinum, eitt nú tí at trúlovaða hansara kom frá bygdini Holma.
Tað er ein minnisvarði í Torsås til minnis um friðin í Brömsebro millum Danmark og Svøríki í 1645.
Býurin hevur umleið 1 848 íbúgvar (2010).[1]
Keldur
rættaSlóðir
rætta