Toftalíð er ein gøta í Vági. Toftalíð er eisini ein býarpartur í Vági. Gøtan byrjar sum ein síðugøta til Toftaveg, har eysturi í býnum. Gøtan er ein brekka, ið fer allan vegin niðan til gamla bygdarvegin millum Vág og Nes. Tað ovasta húsið í Toftalíð er ein bóndagarður. Privat sethús liggja báðumegin við gøtuna Toftalíð. Gøtunavnið Toftalíð er frá nýggjari tíð. Vágur fekk gøtunøvn og húsanummur umleið 2006.

Toftalíð, útsýni móti vestri

Gamli býarparturin Toftalíð fevnir um eitt størri øki enn gøtan við sama navni og fevndi eitt nú um húsini, ið liggja vestanfyri Marknoyri, har ið Marknoyrarvegur og Toftavegur møtast.

Myndir

rætta