Tjaldrið (vaktarskip)
Tjaldrið er navnið á vaktar- og bjargingarskipi, sum Føroya Landsstýri læt byggja í Noregi í 1976. Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið er bygt a Svolvær Mekanisk Verksted í Noregi í 1976. Tjaldrið kom á fyrsta sinni til Føroya hin 14. juli 1976. Umframt Tjaldrið røkir eisini skipið Brimil vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar. Tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum ger bæði skipini út.
- Byggiár: 1976
- Longd: 44,51 metrar
- Breidd 10,02 metrar
- Dýpt: 2,9 metrar
- Motorur: M.W.M. 6s, 4t, 2 x 1200 HK = 2400 HK / 1765 kW.
Umframt at vera vaktarskip í sambandi við fiskiveiði undir Føroyum er Tjaldrið eisini bjargingarskip og hevur ofta verið boðsent at sleipa skip, ið hava fingið motorskaða.
Keldur
rætta- Vikublaðið vika 38/2011
- Fiskiveiðieftirlitið (PDF)