Tjóðskjalasavnið
Tjóðskjalasavnið er ein almennur stovnur, ið varðveitur skjøl og skipanir, ið hava søguligt, fyrisitingarligt og rættarligt virði. Endamálið við hesum er, at almenningurin, tvs. borgarar, myndugleikar og granskarar, á ein skipaðan og tryggan hátt, kunnu fáa atgongd til umrødda tilfar, um tey hava tað fyri neyðini.[1]
Stovnurin virkar eftir 'Løgtingslóg um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018'[2].
Tjóðskjalasavnið ásetur hvørji skjøl og hvørjar skipanir hjá almennum myndugleikum ið skulu langtíðaravarðveitast. Tjóðskjalasavnið hevur í hesum sambandi eitt yvirskipað eftirlit við skrásetingini í almenna geiranum, og ásetur hvørji skjøl og hvørjar skipanir hesir myndugleikar skulu avhenda. - Tjóðskjalasavnið hevur eisini heimildir til í serligum føri at krevja varðveiting av privatum skjølum/skipanum. - Tá tilfarið er avhenda, skipar Tjóðskjalasavnið fyri atgeingi til hetta skjalatilfar. Um skjølini innihalda (viðkvæmar) persónupplýsingar, verður einans givið atgeingið í serligum førum, eftir ásetingum í lógini um skjalasøvn.
Tjóðskjalasavnið hevur tvær heimasíður. Onnur heimasíðan, www.skjalasavn.fo, hevur til endamáls at lýsa stovnin sum heild og at stuðla undir samskifti við viðskiftafólk, bæði við myndugleikar og við borgaran. Hin heimasíðan, www.history.fo, har tey mest umbiðnu skjølini eru atgongd[3]. Tjóðskjalasavnið hevur eisini lesistovu á V.U. Hammershaimbsgøta 11 kj, har tað ber til at síggja yvirlit yvir, og møguliga fáa atgeingi til, onnur skjøl og skjalasøvn[4]. - Tað ber eisini til at søkja um atgeingi til skjøl, sum ikki eru beinleiðis atgongd, umvegis Vangan.
Skjalasøvnini, ið Tjóðskjalasavnið varðveitir, skjalprógva í orðum, myndum og ljóði Føroya søgu, hendingar og fólk, bæði kend og ókend. Soleiðis varðveitur Tjóðskjalasavnið upplýsingar um nærum allar føroyingar. Hugsanin aftan fyri hetta er, at tað skal bera til hjá øllum fólki at finna skjalprógv um fortíð sína, ella hjá øllum myndugleikum at endurskapa neyðugir upplýsingar fyri at fremja rættvísa málsviðgerð, ella hjá granskarum at leita fram empiriskt tilfar um so nógv sum gjørligt, sum tey hava fyri neyðini í síni gransking. Atgeingi til skjøl og upplýsingar hendir sjálvandi á ein skipaðan og tryggan hátt, m.a. so at privatlívið hjá tí einstaka borgaranum samstundis verður vart.
Elstu skjølini á Tjóðskjalasavninum eru meira enn 700 ára gomul, meðan yngstu skjølini eru umleið 5 ára gomul. Fara vit langt aftur í tíðina, er langt millum skjølini, men so hvørt sum vit nærkast okkara tíð vaksa mongdirnar av upplýsingum nógv. Elsta samanhangandi røðin av skjølum, sum byrjar í 1615 og endar einaferð í 1800árunum, eru sokallaðu tingbøkurnar. Og frá einaferð mitt í 1700árunum ella byrjanini av 1800árunum økist mongdin av skjølum rættiliga nógv. Av somu orsøk ber til onkusvegna til, at finna eitt sindur av upplýsingum um nærum allar føroyingar frá umleið byrjanini av 1800árunum. Frá einaferð í 1900árunum fleirfaldast mongdin av analogum skjalatilfari. Og síðani almenna fyrisitingin, frá einaferð í 1990árunum gjørdist talgild, er mongdin av (talgildum) upplýsingum nærum eksploderað.
Tjóðskjalasavnið varðveitir ikki bert pappír, men eisini skjøl, ið eru talgild av uppruna. Skjøl, ið eru talgild av uppruna, eru truplari at varðveita enn pappír, og mugu vera partur av einum virknum varðveitingarátaki, fyri at tey kunnu lesast og brúkast í framtíðini[5].
Søgan
rættaUpprunaliga var eingin lóg, sum álegði nøkrum stovni ella myndugleika í Føroyum at varðveita síni skjøl longri enn tey sjálvu høvdu fyri neyðini. Hóast hetta valdu t.d. løgtingið/sorinskrivarin, kongaligi handilin, fútin osfr. at langtíðarvarðveita summi av skjølum sínum. Tá kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856, varð gjørt av, at sokallaða Leigubúðin úti í Tinganesi skuldi brúkast til "Opbevaringssted for Landets Offentlige Arkiver"[6] Síðst í 1800árunum varð tó gjørt av at senda skjølini til danska Ríkisskjalasavnið í Keypmannahavn, men orsaka av politiskum áhuga í Føroyum og vælvild úr Danmark, endaði skjølini aftur í Føroyum, tá 'Færø Amts Arkiv' varð sett á stovn í 1932, og fekk innivist í hølum í Tórshavn, saman við 'Færø Amts Bibliotek'.[7][8]. Fyrsti føroyski landsskjalavørðurin var Anton Degn. Hann fór í apríl 1926 niður til Danmarkar at kunna seg um skjalasavnsarbeiði og hann var niðri í 6 ár við stuðli frá Undervisningsministeriet, Løgtinginum og Carlsbergfonden[9].
Í 1952 var stovnurin saman við Landsbókasavninum yvirtikin sum føroyskur stovnur og skifti navn til Føroya Landsskjalasavn[10]. Árið fyri, í 1951 varð Páll Nolsøe settur sum landsskjalavørður og stjóri fyri stovnin.
Í 1974 fekk stovnurin innivist í nýggjum høli á V.U. Hammershaimbsgøtu 11 í Tórshavn. Í nýggju hølunum var innrætta við meira tíðarhóskandi goymslum, við sokallaðum kompaktreolum og tryggari karmum.
í 1990 gjørdi landsstýrið avtalu við danska Statsministeriet um ríkisskjøl ('statens arkivalier') í Føroyum. Avtalan formaliseraði tað siðvenju sum longu var galdandi um, at ríkismyndugleikar í Føroyum avhendaðu síni skjøl til Landsskjalasavnið. ...framyvir skuldi røkja uppgávur mótvegis hesum stovnum, vegna danska Ríkisskjalasavnið.Í stuttum segði avtalan, at Landsskjalasavnið framyvir skuldi sum skjalasavnsmyndugleiki mótvegis donsku ríkisstovnunum í Føroyum.
Eftir nøkur ár rundanum túsundáraskifti við fleiri fyribils settum landsskjalavørðum, varð Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur og geograf settur sum landsskjalavørður hin 1. januar 2003.
Frá umleið 2005 fór Tjóðskjalasavnið í holt við at leita sær ein máta at varðveta talgilt tilfar. í 2009 mælti Tjóðskjalasavnið til at velja sokallaða migreringskonceptið hjá danska Ríkisskjalasavninum.
Tann 1. januar 2011 var Søvn Landsins sett á stovn. Talan var um fimm landsstovnar, sum vórðu lagdir saman í ein stovn. Teir vóru: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Náttúrugripasavn, Havlívfrøðiligu Royndarstøðina og Føroya Fornminnissavn. Í 2017 vóru Søvn Landsins aftur býtt sundur í tríggjar stovnar, og stovnurin Søvn Landsins varð avtikin. Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið gjørdust aftur sjálvstøðugir stovnar, meðan gripasøvnini, Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið og partur av havlívfrøðiligu Royndarstøðini fóru saman um musealt og antikvariskt virksemið, og fingu seinni navnið Tjóðsavn Føroya[11].
Í 2018 broytti Føroya Landsskjalasavn navn til Tjóðskjalasavnið[12]. í
- ↑ "Tjóðskjalasavnið". Tjóðskjalasavnið. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-29. https://web.archive.org/web/20180629223249/http://archives.fo/index.php?id=1300. Heintað 1. oktober 2018.
- ↑ http://logir.fo/Logtingslog/49-fra-28-04-1992-um-Foroya-Landsskjalasavn--om-Faeroernes-Landsarkiv
- ↑ Á hesi heimasíðu er ymiskt tilfar um føroyska søgu.
- ↑ "Søgan". Tjóðskjalasavnið. http://archives.fo/index.php?id=1344&L=-1%27. Heintað 1. oktober 2018.[deyð leinkja]
- ↑ "Varðveiting av talgildum savnindum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-05-01. https://web.archive.org/web/20190501014414/http://archives.fo/index.php?id=1302. Heintað 1. oktober 2018.
- ↑ Nolsøe, Lena (2010). Brot úr Føroya søgu. Tórshavn: Fróðskapur og Landsskjalasavnið. p. 67. ISBN 978-99918-65-29-4.
- ↑ Johansen, Sámal Tróndur Finnsson (2022). "Skjalavarðveiting í 90 ár - Tað sama, bara øðrvísi. Hugleiðingar um tíðarbroytingar". Frøði.
- ↑ Nolsøe, Lena (2010). Brot úr Føroya søgu. Tórshavn: Fróðskapur og Landsskjalasavnið. p. 66. ISBN 978-99918-65-29-4.
- ↑ Nolsøe, Lena (2010). Brot úr Føroya søgu. Tórshavn: Fróðskapur og Landsskjalasavnið. p. 81. ISBN 978-99918-65-29-4.
- ↑ Nolsøe, Lena (2010). Brot úr Føroya søgu. Tórshavn: Fróðskapur og Landsskjalasavnið. p. 81. ISBN 978-99918-65-29-4.
- ↑ "Broytingar á Søvnum Landsins". Løgmansskrivstovan. 22. februar 2017. https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/broytingar-a-sovnum-landsins/. Heintað 1. oktober 2018.
- ↑ Dam, Rigmor (8. mars 2018). "Skjalasavnslógin og talgilda arkivið - 8. mars 2018". Mentamálaráðið. https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyriskvinnan/rodur-2018/skjalasavnslogin-og-talgilda-arkivid-8-mars-2018/. Heintað 1. oktober 2018.