Tindur (Trongisvágur)

Tindur er eitt fjall í Suðuroynni, vestanfyri Trongisvág. Fjallið er 514 metrar høgt.[1] Tað tekur umleið 15-20 minuttir at ganga til Røðina frá Hvalbiartunlinum, har eitt skelti vísir vestur til Røðina. Træpinnar ella sonevndir prestar eru settir niður í jørðina fyri at vísa veg. Gingið verður uppi á einum hamara, so ansast má eftir ikki at detta omanav. Eitt lítið stakitt er sett upp, har sum kikarin stendur beint við eggina. Útsýnið er einastandandi bæði norðureftir til fuglabjørgini og suðureftir móti Trongisvágsbotni og Fámjin. Sjálv bygdin Fámjin sæst tó ikki.

Tindur, sæð frá Røðini í Trongisvágsbotni.

Keldur

rætta
  1. "US.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720203355/http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562. Heintað 2010-10-25.