Tierp er ein býur í Tierps kommunu í Uppsala län í landslutinum Uppland í Svøríki. Býurin er høvuðssæti hjá Tierps kommun og í 2010 var fólkatalið í býnum 5.587.[1]

Tierp

Tierp liggur við Tämnarån og E4 umleið 61 kilometrar norðanfyri Uppsala og 53 kilometrar sunnanfyri Gävle. Av stórum fyritøkum í býnum kunnu nevnast Atlas Copco, Elastolan, Tierps järnbruk.

Kend fólk úr Tierp eru íshockeysleikarin Johan Holmqvist og yrkjarin Kristina Lugn.

Keldur rætta

  1. Tätorter 2010

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana