Thomas & Friends (á føroyskum: Tok Tummas) er ein ensk sjónvarpsrøð fyri børn um lokomotivið Tummas og vinir hansara. Hendingarnar fara fram á oynni Sodor. Røðin varð fyrstu ferð send í Onglandi í 1984 og verður enn framleidd. Røðin hevur verið send í Kringvarpi Føroya við føroyskari talu.

Røðin er gjørd við støði í bókum hjá prestinum Wilbert Awdry og soni hansara Christopher Awdry.