The Pirate Bay er ein heimasíða, sum er mest kend fyri at geva brúkarum møguleikan at taka niður filmar, sjónvarpsrøður, telduspøl, forrit, tónleik og annað, uttan at brúkarin rindar fyri tað. Tí royna myndugleikar eisini regluliga at stongja síðuna, tí tey, ið brúka hana, ikki virða upphavsrættin hjá teimum, ið hava framleitt ymiskt tilfar. The Pirate Bay varð stovnað av fýra svium í 2003, men teir hava stríðst við lógina og løgregluna líka síðani stovnanina. Í 2009 dømdi Svenski Hægstirættur teir fyri brot á upphavsrættin. Fleiri lond hava eisini roynt at forða teirra íbúgvum at brúka síðuna, men tað hevur vanliga verið til fánýtis.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið