The Bottom
The Bottom er høvuðsstaðurin í Saba. Býurin hevur umleið 500 íbúgvar og er størsta bygdin á oynni. Eitt sjúkrahús er á oynni, tað liggur í The Bottom. Navnið kemur av tí niðurlendska orðinum de botte sum merkir skálin. Tað sipar til at bygdin liggur niðri í botninum á einum dali. Á enskum máli er navnið bronglað til tað enska The Bottom.