Taylor Swift

amerikonsk sangarinda og sangskrivarinda

Taylor Alison Swift (fødd 13. desember 1989) er ein amerikonsk sangarinda og sangskrivarinda. Sangskriving, listarskapur og fyritøka hennara hevur ávirkað tónleikavinnuna, og lív hennara er eitt evni fyri víðfevnda fjølmiðlafrásøgn.

Taylor Swift
Mynd av Taylor Swift í einum cocktail kjóla
Fødd(ur) Taylor Alison Swift
(1989-12-13) desember 13, 1989 (aldur 35)
West Reading, Pennsylvania, U.S.
Starv
  • Sangari-sangskrivari
  • framleiðari
  • leikstjóri
  • vinnulívskvinna
  • sjónleikarinda
Virkin ár 2004–nú
Átrúnaður Kristindómur
Skyldfólk
Virðislønir Full list
Tónleikayrkisleið
Uppruni Nashville, Tennessee, U.S.
Sjangrur
Ljóðføri
  • Rødd
  • gittari
  • banjo
  • klaver
  • ukulele
Plátufeløg
Undirskrift
Heimasíða
taylorswift.com

Swift byrjaði at skriva sangir sum yrkisfólk tá hon var 14 ára gomul og skrivaði undir við Big Machine Records í 2005 fyri at gerast countrysangari. Hon hevur givið seks studioalbum út undir felagnum, fýra av teimum til country radio, har tað fyrsta var Taylor Swift (2006). Hennara næsta, Fearless (2008), fór inn í country pop, og løgini "Love Story" og "You Belong with Me" førdu hana til at gerast víðakend. Speak Now (2010) var eitt sindur rokk-kent, meðan Swift royndi seg við elektroniskum evnum á Red (2012), sum innihelt fyrsta nummar-eitt lag hennara á Billboard Hot 100, "We Are Never Ever Getting Back Together". Hon fór frá síni country-mynd við 1989 (2014), einum synth-pop-albumi, sum var styðjað av sangunum "Shake It Off", "Blank Space" og "Bad Blood". Nærkvæmislig kanning á miðlunum gav íblástur til hip-hop-liga albumið Reputation (2017) og tess nummar-eitt lag "Look What You Made Me Do".

Swift skrivaði undir við Republic Records í 2018. Hon gav út eitt eklektiskta popp-albumið Lover (2019) og sjálvævisliga dokumentarin Miss Americana (2020), tók indie folk og alternativan rokk við á 2020 albumunum Folklore og Evermore, setti seg inn í undirspældar popstílar á Midnights (2022), og gav út fýra endurupptikin album við undirheitinum Taylor's version eftir eina ósemju við Big Machine. Hesi albumini komu við nummar-eitt sangunum "Cruel Summer", "Cardigan", "Willow", "Anti-Hero", "All Too Well", og "Is It Over Now?". Eras Tour, hennara 2023-2024 leikferð, er leikferðin við stórstu inntøku nakrantíð. Swift hevur leikstýrt tónleikavideo og filmar sum All Too Well: The Short Film (2021).

Swift, ein av teimum mest seldu tónleikarunum við 200 milliónum eintøkum seldum, hevur vunnið 117 Guinness World Records og hevur fingið ársins Global Recording Artist virðislønina frá International Federation of the Phonographic Industry tríggjar ferðir.  Hon er tann kvinnuliga "touring act" (Enskt) við stórstu inntøku, mest streamaða kvinnan á Spotify og Apple Music, og fyrsti milliardardingurin við tónleiki sum høvuðsinntøkuhátt. Swift, Time Person of the Year (2023), hevur verið á listum sum Rolling Stone'sa 100 Størstu Sangskrivarar nakrantíð (Rolling Stone‍‍ '​‍s 100 Greatest Songwriters of All Time), Billboard'sa Bestu Tónlistafólk Nakrantíð (Billboard‍‍ '​‍s Greatest of All Time Artists) og Forbes'sa 100 Máttmiklastu Kvinnur í Veriðini (World's 100 Most Powerful Women by Forbes). Hon hevur fingið 12 Grammy Virðislønir (herundir tríggjar Ársins Album sigrar), 1 Primetime Emmy Award, 40 American Music Awards (herundir Besta Tónlistafólk í 2010unum), 40 Billboard Music Awards og 23 MTV Video Music Awards. Swift er ein filantropur og ein talskvinna fyri rættindunum hjá listafólki og kvinnum.

Lív og yrkisleið

rætta

Tíðliga í lívinum

rætta
 
Barnaheimið hjá Swift í Wyomissing, Pennsylvania

Taylor Alison Swift er fødd 13. desember 1989 í West Reading, Pennsylvania. Hon hevur fingið navn eftir James Taylor, ið er sangari og sangskrivari. Pápi hennara, Scott Kingsley Swift, er fyrrverandi børsmeklari hjá Merrill Lynch og mamma hennara, Andrea Gardner Swift (fødd Finlay), er fyrrverandi húsmóðir, sum áður hevur arbeitt sum marknaðarleiðari. Taylor hevur ein yngri beiggja, Austin Swift, ið er sjónleikari, og hon er av skotskum, týskum og ítalskum uppruna. Omma teirra , Marjorie Finlay, var operasangarinda.

Swift vaks up á eini Jólatrøð (Christmas tree farm), sum pápi hennara hevði keypt frá einum kunda. Hon er Kristin. Hon gekk í barnagarði í Alvernia Montessori School, sum er ein Montessori skúli, ið verður stýrdur av Bernadine Franciscan systrunum, áðrenn hon fór á Wyndcroft School. Familjan leigaði síðani eitt hús í Wyomissing, Pennsylvania, har Swift gekk í Wyomessing Area Junior/Senior High School. Um summarið var hon í Stone Harbor, New Jersey, til hon var 14 ár, har hon framførdi í eini lokalari kaffibúð.

Sum 9 ára gomul gjørdist Swift áhugað í tónleikaleiki og framførdi í fýra Berks Youth Theatre Academy verkum. Hon ferðaist eisini regluliga til New York City til at taka rødd- og leikundirvísing. Swift flutti seinni fokus yvir á countrymusikk, íblást av sangunum hjá Shania Twain, sum fekk hana at "leypa runt kvartin fýra ferðir og droyma um alt". Tá tað var vikuskifti framførdi hon á lokalum festivalum og tiktøkum. Eftir at hava sæð ein dokumentar um Faith Hill, helt Swift, at hon hevði brúk fyri at flyta til Nashville, Tennessee, fyri at stremba ímóti at gerast tónleikari.[1] Tá hon var ellivu ára gomul ferðaðist hon hartil saman við mammu síni fyri at vitja útgávufeløg og lat inn demo-bond av Dolly Parton og Dixie Chicks karaoke tøkuløgum. Hon varð avvíst, tí "øll í bygdini vildu gera tað, sum eg vildi gera. So eg bleiv við at hugsa, at eg mátti finna ein máta at vera øðrvísi."

Tá Swift var 12 ár, lærdi Ronnie Cremer, ið var telduumvælari og lokalur tónleikari, hana at spæla gittar. Cremer hjálpti henni við fyrstu royndunum sum sangskrivari, og tað førdi hana til at skriva "Lucky You". Í 2003 byrjaðu Swift og foreldrini at arbeiða við talentleiðaranum Dan Dymtrow, ið búði í New York. Við hansara hjálp var Swift model fyri Abercrombie & Fitch sum part av teirra "Rising Stars" -kampanju, fekk eitt frumlag við á eina Maybelline samansavningarfløgu, og slapp at møtast við stórum útgávufeløgum. Eftir at hava framført frumløg á eini RCA Records framsýning, fekk 13 ára gamla Swift eina listarfólkamenningsavtalu og fór tí fleiri túrar til Nashville við mammu hennara ta næstu tíðina. Fyri at hjálpa Swift við at sleppa inn í countrytónleiksheimin, fekk pápi hennara arbeiði í skrivstovuni hjá Merrill Lynch í Nashville, tá hon var 14 ár gamal, og familjan flutti til Hendersonville, Tennessee. Swift gekk í Hendersonville High School áðrenn hon fór til Aaron Academy eftir tvey ár, sum betur hýstu leikferðaskema hennara við heimaundirvísing. Hon fekk prógv eitt ár ov tíðliga.

2004-2008: Starvsbyrjan og fyrsta album

rætta

Í Nashville arbeiddi Swift við royndum tónleikarum hjá Music Row, sum t.d. Troy Verges, Brett Beavers, Brett James, Mac McAnally og the Warren Brothers og skapaði eitt varandi samstarv við Liz Rose. Tær byrjaðu at møtast í tveir tímar í hvønn týsdag eftir skúla, har tær skrivaðu sangir. Rose segði, at tað var "nakað tað lættasta eg havi gjørt. Eg var í grundini bara redaktørur hennara. Hon skrivaði um tað, sum hendi í skúlanum tann dagin. Hon hevði eina so greiða sjón fyri søguna. Og so fann hon eisini uppá nógv ótrúliga fangandi var eisini bangin fyri, at menningarrættir kunnu skella listamenn. Hon minnist: "Eg helt av sonnum, at eg var farin út av tíð. Eg vildi taka hesi árini av mínum lívi á einum plátu, meðan tey framvegis umboða tað, eg fór ígjøgnum".

Útgávuheimur

rætta

Taylor Swift (2006)

rætta
Útgivið: 24. oktober 2006
Upptikið: 2005
Slag: Studio album
Sjangra: country
Longd: 40:28
Útgávufelag: Big Machine Records
Eisini kallað: Debut

Self-titled

Tracklisti
Vanlig útgáva
1. Tim McGraw
2. Picture To Burn
3. Teardrops On My Guitar
4. A Place in this World
5. Cold As You
6. The Outside
7. Tied Together with a Smile
8. Stay Beautiful
9. Should've Said No
10. Mary's Song (Oh My My My)
11. Our Song
Best Buy útgáva
12. I Heart ?
Skreytútgáva
12. I'm Only Me When I'm With You
13. Invisible
14. A Perfectly Good Heart
15. Taylor Swift's 1st Phone Call with Tim McGraw
2008 endurútgáva og altjóðaútgáva
Teardrops On My Guitar - Pop Version

The Taylor Swift Holiday Collection (2007)

rætta
Útgivið: 14. oktober 2007
Upptikið: 2007
Slag: EP
Sjangra: jól - countrypoppur
Longd: 19:15
Útgávufelag: Big Machine Records
Tracklisti
1. Last Christmas
2. Christmases When You Were Mine
3. Santa Baby
4. Silent Night
5. Christmas Must Be Something More
6. White Christmas

Beautiful Eyes (2008)

rætta
Útgivið: 15. juli 2008
Upptikið: 2005-2008
Slag: EP
Sjangra: country - country poppur
Longd: 18:06
Útgávufelag: Big Machine Records
Tracklisti
Fløga eitt (CD)
1. Beautiful Eyes
2. Should've Said No (alternativ útgáva)
3. Teardrops On My Guitar (akustisk útgáva)
4. Picture To Burn (útvarpsklipt)
5. I'm Only Me When I'm With You
6. I Heart ?
Fløga tvey (DVD)
1. Beautiful Eyes (videolag)
2. Picture To Burn (videolag)
3. I'm Only Me When I'm With You (videolag)
4. Tim McGraw (videolag)
5. Teardrops On My Guitar - Pop Version (videolag)
6. Our Song (videolag)
7. Picture To Burn ('í gerð' video)
8. GAC nýtt tónlistafólk sersending
9. Should've Said No (2008 ACM Awards framførsla)

Fearless (2008)

rætta
Útgivið: 11. november 2008
Upptikið: 2008
Slag: Studio album
Sjangra: countrypoppur
Longd: 53:41
Útgávufelag: Big Machine Records

Speak Now (2010)

rætta
Útgivið: 25. oktober 2010
Slag: Studio album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur - powerpoppur
Longd: 67:29
Útgávufelag: Big Machine Records

Speak Now World Tour - Live (2011)

rætta
Útgivið: 21. november 2011
Slag: Live album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 79:03 (ljóð)

139:29 (video)

Útgávufelag: Big Machine Records

Red (2012)

rætta
Útgivið: 22. oktober 2012
Upptikið: 2011-2012
Slag: Studio album
Sjangra: poppur - country - rokkur
Longd: 65:09
Útgávufelag: Big Machine Records

1989 (2014)

rætta
Útgivið: 27. oktober 2014
Slag: Studio album
Sjangra: synthpoppur
Longd: 48:41
Útgávufelag: Big Machine Records

Reputation (2017)

rætta
Útgivið: 10. november 2017
Slag: Studio album
Sjangra: electropoppur - R&B
Longd: 55:38
Útgávufelag: Big Machine Records

Lover (2019)

rætta
Útgivið: 23. august 2019
Upptikið: November 2018 - Februar 2019
Slag: Studio album
Sjangra: electropoppur - popprokkur - synthpoppur
Longd: 61:48
Útgávufelag: Republic Records

Live from Clear Channel Stripped 2008 (2020)

rætta
Útgivið: 24. apríl 2020
Upptikið: 8. juni 2008
Slag: Live album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 27:55
Útgávufelag: Big Machine Records - Apollo A-1 LLC

Lover (Live from Paris) (2020)

rætta
Útgivið: 19. mai 2020
Upptikið: 9. september 2019
Slag: Live album
Longd: 30:31
Útgávufelag: Republic Records

Folklore (2020)

rætta
Útgivið: 24. juli 2020
Upptikið: 2020
Slag: Studio album
Sjangra: indiefolk - alternativur rokkur - electrofolk - chamberpoppur - indietronica
Longd: 63:29
Útgávufelag: Republic Records

Folklore: The Long Pond Studio Sessions (2020)

rætta
Útgivið: 25. november 2020
Upptikið: September 2020
Slag: Live album
Sjangra: akustiskt
Longd: 2:14:43
Útgávufelag: Republic Records

Evermore (2020)

rætta
Útgivið: 11. desember 2020
Upptikið: 2020
Slag: Studio album
Sjangra: alternativur rokkur - chamberrokkur - folkpoppur - indiefolk - countryfolk
Longd: 60:38
Útgávufelag: Republic Records

Fearless (Taylor's Version) (2021)

rætta
Útgivið: 9. apríl 2021
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: countrypoppur
Longd: 106:20
Útgávufelag: Republic Records

Red (Taylor's Version) (2021)

rætta
Útgivið: 12. november 2021
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: poppur - country - rokkur
Longd: 130:26
Útgávufelag: Republic Records

Midnights (2022)

rætta
Útgivið: 21. oktober 2022
Slag: Studio album
Sjangra: synthpoppur - electropoppur - dreampoppur - bedroompoppur
Longd: 44:02
Útgávufelag: Republic Records

Speak Now (Taylor's Version) (2023)

rætta
Útgivið: 7. juli 2023
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 104:33
Útgávufelag: Republic Records

1989 (Taylor's Version) (2023)

rætta
Útgivið: 27. oktober 2023
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: synthpoppur
Longd: 77:49
Útgávufelag: Republic Records

The Tortured Poets Department (2024)

rætta
Útgivið: 19. apríl 2024
Upptikið: 2022-2023
Slag: Studio album
Útgávufelag: Republic Records