Tavo Burat
Tavo Burat | |
---|---|
Føddur | 22. mai 1932 Stezzano, Italia |
Deyður | 8. desember 2009 Biella, Italia |
Flokkur | Partito Socialista Italiano Federazione dei Verdi |
Tavo Burat (føddur Gustavo Buratti Zanchi 22. mai 1932 í Stezzano, deyður 8. desember 2009[1][2] í Biella) var Waldensiskur politikari og blaðmaður úr Italia.
Burat nýtti stóran part av lívi sínum til at verja tað piedmontesiska málið. Frá 1964 var hann skrivari í altjóða felagsskapinum, ið verjir mál og mentanir, ið eru hótt við at doyggja út. Hann stríddist serliga fyri piedmontesiskum og franco-provençal málunum.[3]
Hann var útbúgvin løgfrøðingur. Frá 1968 til 1994 undirvísti hann í fronskum á miðnámsskúlum. Hann stovnaði og var tann fyrsti ritstjórin á tí lokala tíðarritinum La Slòira,[4] hann ritstjórnaði eisini fjallaklintraratíðarritið ALP frá 1974 til 2009. Hann starvaðist eisini á Centro Studi Fra Dolcino[5] Í politiska lívi hansara vóru vistfrøðilig mál millum hjartamálini.
Politiska og mentanarliga lívsleiðin
rætta- 1956 - 1994 Býráðslimur í Biella
- 1975 - 1984 Regionalur leiðari fyri Italska Sosialistaflokkin
- 1970 - 1983 Assessor fyri Comunità montana Bassa Valle Elvo
- Talsmaður fyri Teir Grønu í málum viðvíkjandi Piemonte landslutin
- 2000 - 2009 National Councillor fyri Teir Grønu
- 1974 - 2009 Samskipari av Centro studi dolciniani
- Stovnari av Consiglio federativo della Resistenza di Biella.
Verk
rættaÁ italskum
rætta- 1957: Diritto pubblico nel Cantone dei Grigioni
- 1974: La situazione giuridica delle minoranze linguistiche in Italia, dins I diritti delle minoranze etnico-linguistiche
- 1976: In difesa degli altri, dins U. Bernardi, Le mille culture, Comunità locali e partecipazione politica
- 1981: Decolonizzare le Alpi, dins Prospettive dell'arco alpino
- 1989: Carlo Antonio Gastaldi. Un operaio biellese brigante dei Borboni
- 1997: Federalismo e autonomie. Comunità e bioregioni
- 2000: Fra Dolcino e gli Apostolici tra eresia, rivolta e roghi
- 2002: L'anarchia cristiana di Fra Dolcino e Margherita (Ed. Leone & Griffa)
- 2004: Eretici dimenticati. Dal Medioevo alla modernità (Ed. DeriveApprodi)
- 2006: Banditi e ribelli dimenticati. Storie di irriducibili al futuro che viene (Ed. Lampi di Stampa)
Á piedmontesiskum
rætta- 1979: Finagi (Ca dë studi piemontèis)
- 2005: Lassomse nen tajé la lenga, (ALP)
- 2008: Poesìe, (Ca dë studi piemontèis)
Keldur
rætta- ↑ È morto Tavo Burat
- ↑ "È morto Tavo Burat. Che la terra ti sia lieve Gustavo". http://rifondazionebiella.it/altrobiellese/roberto/e-morto-tavo-burat-che-la-terra-ti-sia-lieve-gustavo. Heintað 2014-07-03.
- ↑ A cosa “servono” le lingue locali? Parole profonde di Tavo Burat
- ↑ La Sloira – Associassion per la tua e la difusion dla Lenga e la Literatura Piemonteisa – Onlus
- ↑ "Centro Studi Fra Dolcino". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-01-21. https://web.archive.org/web/20220121113633/http://www.centrostudifradolcino.com/?page_id=11. Heintað 2014-07-03.